info
Ongi úrslit

Skattaprosentið verður óbroytt í Havn

Uppskotið til fíggjarætlan hjá Tórshavnar kommunu fyri 2027 verður lagt fram fyri býráðið í dag. Roknað verður við 1,6 milliardum krónum í inntøkum og 298 milliónum krónum til íløgur.

Eirikur Lindenskov
17. september 2026 kl. 09:45

Kommunuskatturin verður eftir uppskotinum framvegis 19 prosent, og barnafrádrátturin verður óbroyttur 9.000 krónur.

Tórshavnar kommuna væntar samlaðar inntøkur á góðar 1,6 milliardir krónur í 2027. Tað eru slakar 85 milliónir krónur, ella 5,6 prosent, meira enn í fíggjarætlanini fyri 2026.

Kommunuskatturin verður mettur at geva 1,22 milliardir krónur. Tað eru 61,4 milliónir krónur meira enn í ár og ein vøkstur á 5,3 prosentum.

Skatturin av eftirlønargjøldum verður mettur at geva 285 milliónir krónur. Tað eru 20 milliónir meira enn í ár. Felagsskatturin verður mettur til 60 milliónir krónur.

Samlaði raksturin hjá kommununi og Tórshavnar havn verður mettur at kosta 1,21 milliardir krónur. Tað eru góðar 64 milliónir krónur meira enn í 2026 og ein vøkstur á 5,6 prosentum.

Ein stórur partur av vøkstrinum stavar frá hægri lønum. Rakstrarútreiðslurnar vaksa sostatt líka nógv sum inntøkurnar.

Størsti prosentvísi vøksturin er á undirvísingarøkinum. Har hækkar játtanin 9,5 prosent upp í 67,3 milliónir krónur. Ein munandi partur fer til heildagstilboðið í Skúlanum á Trøðni. Umflokking av skúlaskrivarum og hægri útreiðslur til KT og undirvísingartilfar ávirka eisini raksturin.

Játtanin til kommunalu fyrisitingina hækkar 6,8 prosent. Hetta stavar serliga frá lønarvøkstri og dýrari kunningartøkni og KT-trygd.

Almanna- og heilsuøkið fær 390,4 milliónir krónur. Tað er ein vøkstur á 19,7 milliónir krónum. Eldraøkið verður í høvuðsheitum rikið við sama virksemi sum í dag, men hægri lønir og áður samtyktar broytingar eru lagdar afturat.

Játtanin til børn og ung hækkar fimm prosent upp í 289,8 milliónir krónur. Lønarvøksturin stendur fyri størsta partinum av hækkingini.

Mentan og frítíð fær 87,8 milliónir krónur, sum er ein vøkstur á 4,8 prosentum. Ókeypis hallartímar til ítróttarfeløgini og avgerðin um ikki at hava tiltøk í høllini minka inntøkurnar hjá ítróttaranleggunum við umleið 1,5 milliónum krónum.

Raksturin av brandstøðini verður 10,6 prosent dýrari. Orsøkirnar eru millum annað leiga av nýggjum sløkkibili og hægri kostnaður fyri tilfar og útgerð. Bussleiðin verður 3,3 prosent dýrari.

Góðar 298 milliónir krónur eru tøkar til skattafíggjaðar íløgur. Størsti parturin fer til almanna- og heilsumál, tí kommunan byggir nýtt røktarheim á Stórubrekku.

Íløgur skulu eisini gerast í barna- og ungdómsøkið, undirvísing og mentan. Peningur verður settur av til Oyggjaleikirnar í 2027 og til orku- og umhvørvisátøk, kloakkir, spillivatn og renovatión.

Talan er um uppskotið til fíggjarætlan. Býráðið skal viðgera tað tvær ferðir við í minsta lagi 14 døgum ímillum. Endaliga fíggjarætlanin skal vera samtykt í seinasta lagi 1. desember.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

14. september kl. 07:59

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

Í gjár kl. 11:45

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Sølva Ford aftur á pall í Føroyum

Í gjár kl. 20:20

Stór mótmælir um alt Týskland

12. september kl. 22:42

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Varðin og Sellin høvdu vitjan úr eystursjóvarlondum

2 minuttir síðan
Tíðindi

Føroyar kanna nýggj­ar møgu­leik­ar á brasilska markn­að­inum

1 tími síðan
Tíðindi

Nú verður spakin settur í til nýggja kirkju á Argjum

1 tími síðan
Bilar

Innflutningurin av akførum vaksin 175 milliónir

1 tími síðan
Tíðindi

Vil hava barnakonur til skanning fyrr

2 tímar síðan
Tíðindi

Vil hava Vest­manna­tunn­ilin klár­an at bjóða út í 2027

2 tímar síðan
Hondbóltur

Allan Norðberg vann á Trúgva Hávardssyni

2 tímar síðan
Tíðindi

Tveir bilførarar fingu klipp fyri at tosa í telefon

3 tímar síðan
Tíðindi

USA samtykkir víðfevnd revsitiltøk móti Russlandi

3 tímar síðan
Fótbóltur

Minna steypa­kapp­ing­in: B36 vann á Skála ÍF í finaluni

4 tímar síðan
Tíðindi

Ein milliard? Nei, 600–650 milliónir

4 tímar síðan
Tíðindi

Trump hóttir við at steðga handlinum við Evropa

4 tímar síðan