Eitt russiskt fiskiskip hevur siglt spakuliga eftir leiðini, har sjókaðalin SHEFA-2 millum Føroyar og Hetland liggur.
Tað skrivar Kringvarpið við støði í einari kanning hjá bretska blaðnum The Telegraph.
Blaðið hevur kannað siglingardátur fyri hálvtfimta ár og eyðmerkt 17 russisk fiskiskip. Kanningin vísir á meira enn 500 tilburðir, har trolarar hava siglt óvanliga spakuliga ella steðgað nær við týdningarmiklar sjókaðlar.
Talan er um samlaða talið í kanningini, ikki bara við føroyska kaðalin.
Skipið, sum sigldi við SHEFA-2, sigldi sambært kanningini eisini fleiri ferðir tvørtur um Hibernia Express-kaðalin í februar 2025.
Óvanliga siglingin hevur elvt til illgruna um kortlegging av undirsjóvarkervinum. Siglingarmynstrið er tó ikki í sjálvum sær prógv um njósning ella fyrireiking til herverk.
Páll H. Vesturbú, stjóri á NETI, sigur við Kringvarpið, at kvettir sjókaðlar kunnu hava álvarsligar avleiðingar fyri tænastur, vit dagliga eru bundin at.
Málið er eisini viðkomandi undan fiskiveiðusamráðingunum millum Føroyar og Russland, sum verða í desember.