info
Ongi úrslit

14,2 milliardir útgoldnar í lønum – vøksturin 6,3 prosent

Føroyskir arbeiðsgevarar hava goldið 840 milliónir krónur meira í lønum seinasta árið. Serliga botnfiskiveiðan hevur havt stóran lønarvøkstur.

Eirikur Lindenskov
15. september 2026 kl. 12:04

Tilsamans 14,2 milliardir krónur vórðu goldnar út í A-skattaðum lønum í Føroyum frá september í fjør til og við august í ár.

Tað eru 840 milliónir krónur meira enn 12 mánaðirnar frammanundan og svarar til ein vøkstur upp á 6,3 prosent. Tað vísa nýggj tøl frá Hagstovu Føroya.

Ein stórur partur av vøkstrinum stavar frá fiskivinnuni. Botnfiskiveiða og botnfiskiveiða, har fiskurin verður virkaður umborð, áttu tilsamans ein vøkstur upp á 242 milliónir krónur. Tað svarar til sløk 30 prosent av øllum lønarvøkstrinum seinasta árið.

Eisini aðrar vinnur hava havt munandi vøkstur. Í flutnings- og goymsluvinnuni vuksu útgoldnu lønirnar 113 milliónir krónur, í framleiðsluvinnuni 101 millión og í almennari umsiting og verju 82 milliónir krónur.

Menn eiga størsta partin

Menn fingu 62 prosent av teimum 14,2 milliardunum, sum vórðu goldnar út í lønum. Teir áttu eisini 69 prosent av sjálvum lønarvøkstrinum.

Útgoldnu lønirnar til menn vóru 7,1 prosent hægri enn undanfarna 12-mánaðarskeið, meðan vøksturin hjá kvinnum var 5 prosent.

Munur er eisini á privata og almenna arbeiðsmarknaðinum. Hjá arbeiðsgevarum undir privatum ræði vaks lønarútgjaldið 7,7 prosent, meðan vøksturin hjá arbeiðsgevarum undir almennum ræði var 4,2 prosent.

Størsti vøksturin í Sandoynni

Landafrøðiliga er størsti vøksturin hjá løntakarum, sum búgva í Sandoyar øki. Har vuksu útgoldnu lønirnar 13,3 prosent.

Hinvegin var vøksturin minstur í Norðurstreymoy, har hann var 3,7 prosent.

Hagstovan vísir á, at lønarvøksturin sum heild hevur verið støðugur seinastu árini.

Hagtølini fevna um A-skattskylduga løn, men ikki eitt nú eftirløn og onnur sosial gjøld, sum arbeiðsgevarin rindar.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

Í gjár kl. 07:59

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Stór mótmælir um alt Týskland

12. september kl. 22:42

Myndir: Tingfundur 10.09.26

10. september kl. 20:06

Sløkkiliðsfólk heiðrað

11. september kl. 11:25

Fleiri tíðindi

Nøvn

Kári og Poula 90 ár

24 minuttir síðan
Tíðindi

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

54 minuttir síðan
Tíðindi

Barnaverndartænasta opið hús

1 tími síðan
Tíðindi

Norröna sparir upp í 26 tons av CO₂ um vikuna við landstreymi í Íslandi

1 tími síðan
Tíðindi

Búskaparráðið leggur fram frágreiðing um fíggjarpolitiskt haldføri

1 tími síðan
Tíðindi

Vil styrkja sambondini við Brasil

1 tími síðan
Tíðindi

Fleiri enn 100.000 fólk í Japan eru 100 ár og eldri

1 tími síðan
Tíðindi

Møguligt herverk steðgaði tokum

2 tímar síðan
Tíðindi

Seinasta ferðin hjá sluppini Verdandi

2 tímar síðan
Tíðindi

Marglætisskip við 746 ferða­fólk­um á Havnini

3 tímar síðan
Tíðindi

Mette Frederiksen: Russisk skjóting kemur tíverri ikki óvart á

4 tímar síðan
Tíðindi

Ein tikin fyri at koyra við kenning

5 tímar síðan