Tokferðslan í Niðurlondum hevur havt stórar trupulleikar í morgun.
Felagið, sum stendur fyri rakstrinum, ProRail, upplýsir, at tey viðgera hendingarnar í morgun, sum møguligt herverk - ella sabotasju, sum sagt verður.
- Tilfarið, sum bevíst er plaserað á skinnarunum, er funnið fleiri staðir, og hetta hevur elvt til ólag á sporringunum.
ProRail sigur, at hendingarnar síggja út sum herverk, men felagið sigur ikki, hvat tað er fyri tilfar, sum er funnið á tokskinnarunum.
Tíðindastovan NTB veit at siga, at enn eru ongar ábendingar um, hvør stendur aftanfyri møguliga herverkið á tokferðsluna í Niðurlondum.