info
Ongi úrslit

Vil styrkja sambondini við Brasil

Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og fiskivinnumálum, Bárður á Steig Nielsen, er á ferð í brasilska høvuðsstaðnum, Brasília

Nanný J. Toftegaard
15. september 2026 kl. 10:50

Uttanríkis- og fiskimálaráiði skrivar, at Bárður á Steig Nielsen hevur fundir við umboð fyri brasilsku stjórnina og vinnulívið um møguleikarnar fyri at styrkja sambandið og samstarvið millum Føroyar og Brasil.

 

Endamálið við ferðini er at halda fram við at menna sambondini millum Føroyar og Brasil og leggja grundarlag undir betri marknaðaratgongd og økt samstarv innan vinnu, samhandil og samfelagsmenning.

 

Á fundum í forsetaskrivstovuni við Audo Faleiro, uttanríkispolitiska ráðgeva, og í handils- og vinnumálaráðnum við Aline Damasceno, vararáðharra, legði landsstýrismaðurin  uppskot um ein handilssáttmála við Brasil/Mercosur fram. Hann vísti á, at Føroyar vilja endurnýggja søguliga handilssamstarvið við Brasil og flyta tað inn í ein nútímans handilskarm. Góðu royndirnar av samstarvinum innan heilsufrøði geva eitt gott grundarlag fyri at taka næsta stigið móti einum handilssáttmála.

 

Eisini hevur landsstýrismaðurin hitt Augusto Rocha, vararáðharra í ferðamálaráðnum, umframt norðurlendsku sendifólkini í Brasília fyri at fáa innlit í teirra royndir við handilsligum virksemi og samstarvi í Brasil og á suðuramerikonsku marknaðunum.

 

Í sambandi við vitjanina hevur eisini verið skipað fyri einum serligum føroyakvøldi á donsku sendistovuni, har umleið 100 gestir luttóku. Endamálið var at varpa ljós á Føroyar og styrkja sambondini við brasilska vinnulívið, myndugleikar og onnur áhugað.

 

Komandi dagarnar verða fleiri fundir á skránni. 

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

Í gjár kl. 07:59

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Stór mótmælir um alt Týskland

12. september kl. 22:42

Myndir: Tingfundur 10.09.26

10. september kl. 20:06

Sløkkiliðsfólk heiðrað

11. september kl. 11:25

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Barnaverndartænasta opið hús

8 minuttir síðan
Tíðindi

Norröna sparir upp í 26 tons av CO₂ um vikuna við landstreymi í Íslandi

21 minuttir síðan
Tíðindi

Búskaparráðið leggur fram frágreiðing um fíggjarpolitiskt haldføri

32 minuttir síðan
Tíðindi

Fleiri enn 100.000 fólk í Japan eru 100 ár og eldri

47 minuttir síðan
Tíðindi

Møguligt herverk steðgaði tokum

1 tími síðan
Tíðindi

Seinasta ferðin hjá sluppini Verdandi

1 tími síðan
Tíðindi

Marglætisskip við 746 ferða­fólk­um á Havnini

1 tími síðan
Tíðindi

Mette Frederiksen: Russisk skjóting kemur tíverri ikki óvart á

3 tímar síðan
Tíðindi

Ein tikin fyri at koyra við kenning

3 tímar síðan
Tíðindi

USA hevur vápn í rúmdini

4 tímar síðan
Tíðindi

Hægstirættur vísir Trump aftur í máli um brævatkvøður

9 tímar síðan
Tíðindi

Feðgarnir Smith sýna fram

9 tímar síðan