Føroyska fyritøkan ETV hevur sniðgivið og staðið fyri installatiónini av landstreymsloysnini umborð á Norrönu.
Bæði Eyðun Hansen, stjóri á ETV, og Heðin Mortensen, maskinstjóri umborð á Norrönu, vóru í Seyðisfirði, tá skipanin varð tikin í nýtslu, og lata báðir sera væl at.
Landstreymurin ger tað møguligt hjá Norrönu at sløkkja hjálpimotorarnar, meðan hon liggur við bryggju. Við longu liggitíðini í Seyðisfirði verður mett, at hetta sparir 7-8 tons av olju um vikuna. Tað svarar til eina minking í CO₂-útlátinum á umleið 22-26 tons um vikuna.
Samstundis minkar luft- og ljóðdálkingin munandi, tí motorlarmur, ristingar og ávís útlát hvørva, tá hjálpimotorarnir verða sløktir. Hetta gevur betri umstøður bæði umborð og hjá fólki, sum búgva og arbeiða nærindis havnini.
– Verkætlanin vísir, hvat kann røkkast, tá myndugleikar, havn, reiðarí og veitarar arbeiða saman um ítøkiligar loysnir. Vit á Smyril Line eru sera takksom fyri góða samstarvið við Múlaþing kommunu og ETV“ sigur Jens Meinhard Rasmussen, forstjóri í Smyril Line.
Landstreymur er partur av arbeiðinum hjá Smyril Line at minka um umhvørvisárinið frá virkseminum og menna burðardyggan sjóvegis flutning í Norðuratlantshavi.