Tað kemur ikki óvart á Mette Frederiksen, forsætisráðfrúu, at ein russisk fregatt mánakvøldið skeyt sokallað neyðbluss móti einari tyrlu hjá donsku verjuni.
Tað sigur hon í einari skrivligari viðmerking í morgun.
– Tað sigur seg sjálvt, at tað er sera álvarsamt, tá ein russisk fregatt í gjár skeyt sokallað neyðbluss móti einari av tyrlunum hjá verjuni. Men tað kemur tíverri ikki óvart á, sigur Mette Frederiksen.
Hon heldur hendingina vera part av einum størri mynstri í Evropa.
– Vit síggja eitt alsamt meira aggressivt og sjálvshevjandi Russland, sum hevur økt hybridkríggið móti Evropa, og sum roynir og avbjóðar Nato. Russland vil ræða og skapa split. Okkara svar er at standa tættari saman og styrkja verjuna av Danmark og Evropa, sigur forsætisráðfrúan.
Danska verjan boðaði klokkan 23.02 í gjárkvøldið frá, at skotið varð eftir eini Fennec-tyrlu hjá danska flogvápninum við pyroteknikki í altjóða sjógvi út fyri Gedser.
Russiska fregattin skeyt tvey neyðbluss móti tyrluni. Slík bluss verða vanliga brúkt sum ávaring ella til at fáa ans á sjónum.
Annað blussið fór framvið tyrluni í stuttari frástøðu.
Danska verjan hevði í morgun ikki fleiri upplýsingar um hendingina.
Danska uttanríkisráðið hevur kallað russiska sendiharran í Danmark, Vladimir Barbin, inn til samrøðu um hendingina.
/Ritzau/