Stóra hvíta ferðamannaskipið, sum í morgun legði at á Eystaru bryggju, er Seven Seas Grandeur hjá Regent Seven Seas Cruises.
Skipið kom á Havnina klokkan átta í morgun og fer eftir ætlan avstað aftur klokkan 16 seinnapartin. Tor Shipping er agentur hjá skipinum í Føroyum.
Seven Seas Grandeur er eitt rættiliga nýtt skip. Tað varð latið eigaranum í 2023 og er bygt á italsku Fincantieri-skipasmiðjuni.
Skipið er 223,7 metrar langt og 31 metrar breitt og er góð 55.000 bruttotons. Hóast støddina tekur tað bara umleið 746 ferðafólk. Tað er júst ein partur av hugskotinum við skipinum: nógv pláss og høgt tænastustøði til lutfalsliga fá ferðafólk. Manningin telur um 550 fólk.
Tað merkir, at tað eru bara um 1,35 ferðafólk fyri hvørt starvsfólk umborð. Skipið hevur 377 ferðafólkakømur sambært skipasmiðjuni og kann hava í mesta lagi 1.360 fólk umborð, tá manningin verður tald við.
Á langari ferð úr Oslo
Vitjanin í Føroyum er partur av einum 19 daga túri úr Oslo til Amsterdam. Seven Seas Grandeur fór úr Oslo 8. september og hevur síðani vitjað millum annað Mandal, Sandnes, Bergen, Geiranger og Ålesund.
Úr Havn gongur leiðin í morgin til Lerwick í Hetlandi og síðani millum annað til Stornoway, Londonderry, Glasgow, Liverpool, Belfast, Dublin og Cork, áðrenn túrurin endar í Amsterdam 27. september.
50 ferðamannaskip í ár
Ferðamannaskipavertíðin í Havn er nú av álvara farin at halla.
Upprunaliga varð roknað við 53 vitjanum í ár, men fleiri broytingar og avlýsingar hava verið í skránni. Seinasta uppgerðin hjá Tórshavnar havn sigur, at 50 ferðamannaskip vitja Havnina í 2026.
Serliga august var nógv tann mest virkni mánaðurin. Tá vitjaðu 17 ferðamannaskip við tilsamans umleið 12.000 ferðafólkum. Størsta skipið var Norwegian Star við 2.267 ferðafólkum, meðan Hebridean Sky hevði bara 99 ferðafólk.
Tórshavnar havn hevur eisini lagt dent á, at fleiri av vitjanunum eru við marglætisskipum av sama slag sum Seven Seas Grandeur. Seks slík skip vitjaðu bara í august, og havnin hevur sagt, at hetta er ein partur av ferðamannaskipavinnuni, sum hon fegin vil menna komandi árini. Hesi skipini hava vanliga færri gestir, nógv starvsfólk og ferðafólk, sum í størri mun leita eftir serligum upplivingum og vitja handlar og matstovur í býnum.
Fýra vitjanir eftir
Tá Seven Seas Grandeur fer av Havnini í dag, eru eftir ætlan fýra ferðamannaskipavitjanir eftir í ár.
National Geographic Endurance kemur 21. september og verður liggjandi til 22. september. 23. september verða tvey ferðamannaskip í Havn í senn, World Navigator og World Voyager. Seinasta skipið verður Spitsbergen, sum kemur 29. september og fer avstað aftur 30. september.
Sostatt verður ferðamannaskipavertíðin í Havn í ár frá 5. mai, tá Ocean Explorer kom sum ársins fyrsta skip, til 30. september.