Rakul Maria Ingunnardóttir Johannesen hevur í summar vart sína ph.d.-ritgerð í Oslo, og úrslitini kunnu fáa stóran týdning fyri Føroyar.
Hon hevur granskað føroyska basaltið og møguleikan fyri at goyma CO₂ í undirgrundini. Talan er um eina skipan, har CO₂ verður pumpað niður í basalt, har tað við tíðini verður bundið sum mineral.
– Vit kunnu hava stýring á, hvagar brúksvatnið fer. Var grótið eins-háttað, so hevði koltvísúrevnið spjatt eins nógv í allar ættir, sigur Rakul Maria millum annað í samrøðu við Sosialin.
Granskingin er partur av verkætlanini DecarbFaroes, og sambært Rakul Mariu er føroyska basaltið sera væl egnað til endamálið.
Møguleikarnir eru stórir. Í greinini greiðir hon millum annað frá, hvussu royndirnar eru gjørdar, hvat granskararnir nú vita um føroysku undirgrundina, og hvussu CO₂-goymsla í framtíðini kann gerast ein partur av føroysku loysnini á veðurlagsavbjóðingunum.
DecarbFaroe er verkætlan við tilsamans 19 luttakarum úr 8 londum av trimum kontinentum. Millum hesi eru Universitetið í Oslo og Universitetið í Cologne í Fraklandi. Umframt Jarðfeingi luttaka úr Føroyum Bakkafrost, IRF og SEV. Kanningar eru millum annað gjørdar á Eiðiskolli. Mynd: Rakul Maria Johannesen
Les alla samrøðuna við Rakul Mariu Ingunnardóttir Johannesen í Vísindavøku, sum er serblað í Sosialinum hesaferð.
Blaðið fæst í leysasølu kring landið.
Haldarar kunnu eisini lesa Sosialin og Vísindavøku á sos.fo við at logga á við haldaranummarinum.
Av tí at flogferðslan hevur verið darvað, hevur Posta ikki fingið Sosialin út til haldararnar sum vanligt. Blaðið verður tí ikki borið haldarunum fyrr enn mánadagin.