info
Ongi úrslit

Barnaverndartænasta opið hús

Tiltakið er í samband við, at kommunurnar í Sandoyar sýslu hava undirskrivað samstarvsavtalu við Tórshavnar kommunu

Vilmund Jacobsen
15. september 2026 kl. 11:25

- Í samband við samstarvsavtaluna við Barnaverndartænastuna í Tórshavnar kommunu, verður almenn móttøka í hølunum hjá Sands kommunu hósdagin hin 17. september millum klokkan 15 og 17.

Hesum boðar Skopunar kommuna frá í dag.

Tað er Barnaverndartænastan í Tórshavnar kommunu, sum bjóðar til opið hús á Sandi.

Tiltakið er í samband við, at kommunurnar í Sandoyar sýslu, sum Skúvoyar kommuna eisini er partur av, hava undirskrivað samstarvsavtalu við Tórshavnar kommunu.

- Sambært avtaluni umsitir BTV í Tórshavnar kommunu málini hjá BTV í Sandoyar sýslu frá 1. apríl 2026 at rokna.

Ein skrá er løgd fyri almennu móttøkuna á Sandi, og tá fólk eru møtt umleið klokkan 15.15, verður farið undir skránna.

Fyrst fer stýrið fyri BTV í Sandoyar sýslu at kunna um samsarvsavtaluna, og síðan verður kunning um virksemi hjá BTV í Tórshavnar kommunu.

- Kunnað verður eisini um fyribyrgjandi arbeiði, dagstovna-og skúlasamstarv og SSP.

At enda verður sagt, at starvsfólk frá BTV í Tórshavnar kommunu eisini verða við til móttøkuna, og her verður kaffi og kaka at fáa.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

Í gjár kl. 07:59

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Stór mótmælir um alt Týskland

12. september kl. 22:42

Myndir: Tingfundur 10.09.26

10. september kl. 20:06

Sløkkiliðsfólk heiðrað

11. september kl. 11:25

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15 minuttir síðan
Tíðindi

Norröna sparir upp í 26 tons av CO₂ um vikuna við landstreymi í Íslandi

48 minuttir síðan
Tíðindi

Búskaparráðið leggur fram frágreiðing um fíggjarpolitiskt haldføri

59 minuttir síðan
Tíðindi

Vil styrkja sambondini við Brasil

1 tími síðan
Tíðindi

Fleiri enn 100.000 fólk í Japan eru 100 ár og eldri

1 tími síðan
Tíðindi

Møguligt herverk steðgaði tokum

2 tímar síðan
Tíðindi

Seinasta ferðin hjá sluppini Verdandi

2 tímar síðan
Tíðindi

Marglætisskip við 746 ferða­fólk­um á Havnini

2 tímar síðan
Tíðindi

Mette Frederiksen: Russisk skjóting kemur tíverri ikki óvart á

4 tímar síðan
Tíðindi

Ein tikin fyri at koyra við kenning

4 tímar síðan
Tíðindi

USA hevur vápn í rúmdini

4 tímar síðan
Tíðindi

Hægstirættur vísir Trump aftur í máli um brævatkvøður

10 tímar síðan