info
Ongi úrslit
© Kent Nishimura/Ritzau Scanpix
Donald Trump á veljarafundi í South Carolina náttina til hósdag. Forsetin hevur higartil hildið 25 veljarafundir í oktober undan miðskeiðsvalinum. Savnmynd.

Trump avlýsir veljarafundir í Kansas og Iowa

Amerikanski forsetin fer í staðin at halda minst 20 veljarafundir um telefon undan miðskeiðsvalinum týsdagin.

Eirikur Lindenskov
30. oktober 2026 kl. 10:15

Donald Trump, forseti í USA, hevur avlýst tveir veljarafundir, sum skuldu vera í statunum Kansas og Iowa um vikuskiftið.

Tað boðaði landsnevndin hjá Republikanska flokkinum, RNC, frá náttina til fríggjadag, skrivar tíðindastovan AP sambært Ritzau.

Í staðin fer Trump næstu 72 tímarnar at halda sokallaðar »telerallies«, har hann tosar við veljarar um telefon og á netinum.

Sambært RNC skal broytingin gera forsetanum møguligt at røkka fleiri veljarum kring alt landið undan miðskeiðsvalinum týsdagin 3. november. Slíkir fundir eru fyribils ætlaðir í 20 statum, og fleiri kunnu koma afturat.

Fundurin í Daytona Beach í Florida náttina til leygardag okkara tíð verður sostatt seinasti veljarafundurin í hesum valstríðnum, har Trump sjálvur stendur á pallinum framman fyri áhoyrarum.

Trump fór undir eitt 32 dagar langt valstríð fyrst í oktober fyri at styrkja møguleikarnar hjá republikansku valevnunum. Málið var at halda fleiri enn 30 veljarafundir, men higartil eru teir vorðnir 25, skrivar AP.

Sambært tíðindastovuni hava hesa vikuna verið tekin um, at nógvu ferðirnar og longu røðurnar eru farnar at merkja forsetan.

– Gud hevur ikki skapt ræddarbond tykkara til at halda veljarafundir hvønn dag, segði Trump við hásari rødd á einum fundi í Mississippi mánadagin.

Tá ein tíðindamaður í nátt spurdi, um heilsan var orsøkin til avlýstu ferðina til Kansas, svaraði Trump hvassliga aftur.

– Tú hevur fylgt mær í tvær vikur. Eg havi tað frálíkt, segði hann og bað síðani tíðindamannin sjálvan koma í betri venjing.

Fleiri veljarakanningar benda á, at republikanararnir kunnu fáa trupult við at varðveita meirilutan í báðum kømrunum í Kongressini, Senatinum og Umboðsmannatinginum. Flokkurin hevur ein tepran meiriluta í báðum.

Kansas verður vanliga roknað sum ein av borgunum hjá republikanarunum, og í Iowa fekk Trump greiðan meiriluta á forsetavalinum í 2024.

Kortini verður sambært AP roknað við tøttum valstríði í báðum statunum og í Alaska, Ohio, Texas og South Carolina.

/ritzau/

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

24. oktober kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

Í gjár kl. 07:44

Ein stormskaði fráboðaður

25. oktober kl. 09:07

Løgreglan sóknast eftir vitnum til herverk í Leirvík

24. oktober kl. 10:22

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

26. oktober kl. 20:45

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Magni Christiansen konsert í Løkshøll sunnukvøldið

9 minuttir síðan
Tíðindi

Stór afturgongd hjá Audi

20 minuttir síðan
Tíðindi

14 dripin í dronuálopi í Etiopia

1 tími síðan
Tíðindi

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

2 tímar síðan
Tíðindi

Vil hava stjórn­ina at stuðla und­ir­sjóv­ar­tunl­um í Hetlandi

2 tímar síðan
Tíðindi

Hartmann á WHO-fundi: A­ltjóða sam­starv kann styrkja før­oyska heilsuverkið

3 tímar síðan
Tíðindi

Óheft russiskt blað letur aftur

3 tímar síðan
Tíðindi

Prutl mált til 77,8 kilometrar um tíman í Havn

3 tímar síðan
Tíðindi

Ongar ætlanir um at broyta veiðigjaldið

4 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: Síggj Hákun skjóta gott mál í Champions League

4 tímar síðan
Lesarabrøv

Nýggi mentanardepil í Vági liðugur um 14 til 16 mánaðir

8 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: Síggj góð mál og góð­ar frí­spæl­ing­ar hjá Óla í Cham­pi­ons League

10 tímar síðan