Føroysku undirsjóvartunlarnir eru vorðnir ein týðandi partur av arbeiðinum at fáa fast samband millum oyggjarnar í Hetlandi.
Ein nevnd í bretska parlamentinum, Scottish Affairs Committee, hevur lagt fram eina frágreiðing um møguleikarnar fyri undirsjóvartunlum og brúm í skotskum oyggjasamfeløgum.
Í frágreiðingini, sum varð almannakunngjørd 16. oktober, verður bretska stjórnin eggjað til at stuðla stórum tunnilsverkætlanum í Hetlandi.
Nevndin heldur, at fast samband kann hava avgerandi týdning fyri at venda fólkafráflyting, bøta um livikorini og skapa betri fortreytir fyri vinnulívið.
Vitjaðu í Føroyum
Ein týðandi partur av kanningararbeiðinum hjá nevndini fór fram í Føroyum.
Í mars í ár vitjaðu limir í nevndini í Føroyum fyri at kanna, hvussu føroyska tunnilsskipanin er útbygd og fíggjað.
Í frágreiðingini verður víst á, at Føroyar hava havt fólkavøkstur, meðan fleiri skotsk oyggjasamfeløg hava havt fólkafráflyting.
Nevndin vísir á, at føroysku oyggjarnar, sum hava fingið fast samband, hava havt støðugari fólkatal og eina aldurssamanseting, sum líkist meira landsmiðaltalinum.
Hinvegin hava oyggjar uttan fast samband framvegis havt avbjóðingar við fólkafráflyting og hækkandi miðalaldri.
Sandoyartunnilin verður nevndur sum eitt dømi um, hvussu fast samband kann gera tað lættari at búgva uttan fyri høvuðsstaðarøkið og samstundis hava atgongd til arbeiði og tænastur.
Nevndin leggur eisini dent á, at føroysku tunlarnir ikki einans eru bygdir út frá einum vanligum búskaparligum roknistykki.
Teir eru í stóran mun bygdir fyri at betra um livikorini og tryggja framtíðina hjá smærri samfeløgum.
Tunlar fyri 13,4 milliardir krónur
Í Hetlandi eru ætlanir um fleiri undirsjóvartunlar, sum skulu avloysa ella minka um tørvin á ferjusambondum.
Samlaði kostnaðurin fyri tær fýra tunnilsætlanirnar verður mettur til umleið 13,4 milliardir krónur.
Hetlendska oyggjarráðið hevur raðfest tunnilin millum høvuðsoynna og Yell fremst.
Hesin tunnilin verður mettur at kosta umleið 4,7 milliardir krónur.
Næsta raðfesting er ein tunnil millum Yell og Unst, sum verður mettur at kosta umleið 4,5 milliardir krónur.
Samanlagt verða hesir báðir tunlarnir sostatt mettir at kosta umleið 9,2 milliardir krónur.
Eisini eru ætlanir um undirsjóvartunlar til Whalsay og Bressay, men hesar verkætlanirnar liggja longri úti í framtíðini.
206 milliónir krónur til fyrireikingar
Skotska stjórnin hevur játtað umleið 206 milliónir krónur til fyrireikingararbeiði komandi trý árini.
Pengarnir skulu millum annað brúkast til kanningar og verkætlanararbeiði í sambandi við fyrsta tunnilin.
Men enn er eingin endalig fígging tryggjað til sjálva tunnilsbyggingina.
Tí heitir nevndin í bretska parlamentinum nú á stjórnina í London um at taka størri ábyrgd.
Hóast samferðsla vanliga er eitt málsøki hjá skotsku stjórnini, heldur nevndin, at undirsjóvartunlarnir eisini hava týdning fyri alt Bretland.
Hetland hevur stóran týdning fyri bretska búskapin, serliga innan fiskivinnu, alivinnu, orku og rúmdarvinnu.
Betri samferðsla kann tí eisini hava stóran vinnuligan og strategiskan týdning.
Føroyar sum fyrimynd
Nevndin leggur dent á, at tað ikki ber til at meta slíkar verkætlanir út frá fíggjarligum avkasti einsamøllum.
Tað hevur eisini stóran samfelagsligan týdning, at fólk kunnu búgva á smærri oyggjum og hava atgongd til arbeiði, útbúgving og heilsutænastur.
Júst hetta er ein av høvuðsniðurstøðunum, sum nevndin hevur tikið við sær úr Føroyum.
Bretska stjórnin hevur nú tveir mánaðir frá 16. oktober at svara frágreiðingini.
Enn er eingin endalig avgerð tikin um at byggja tunlarnar í Hetlandi, men við nýggju frágreiðingini er politiska trýstið á bretsku og skotsku myndugleikarnar økt.
Keldur: Shetland News og Scottish Affairs Committee, bretska tjóðartingið.