Í minsta lagi 24 fólk hava latið lív í russiskum álopum á ein ukrainskan bý í Zaporizjzja-regiónini.
Býurin kallast Komysjuvakha og ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sigur í kvøld, at býurin er álopin aftur og aftur síðan í morgun.
Hann sigur, at russar hava brúkt tyssibumbur í álopinum á býin.
Reuters veit í kvøld at siga, at í minsta lagi 24 fólk eru dripin í álopunum.
Volodymyr Zelenskyj sigur, at álopini eitt nú hava verið vend móti einum skúla, har fólk savnaðust fyri at taka ímóti neyðhjálp.
Hesar útsagnir hjá forsetanum eru tó ikki váttaðar av óheftum keldum, sigur Reuters.
- Við djúpastu samkenslu til familjur og eftirsitandi, skrivar Volodymyr Zelenskyj á X, fyrrverandi Twitter, í kvøld.
Sambært Reuters fer bjargingararbeiði fram í økinum, har russisku álopini raktu, og sagt verður, at arbeiðið er krevjandi.