Sámal Petur í Grund hevur sett Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni í vinnumálum, sjey skrivligar fyrispurningar um ferðslutrygdina á Oyndarfjarðarvegnum og vegnum til Hellurnar.
Løgtingsmaðurin vísir á, at talan er um eitt av teimum vandamestu vegastrekjunum í Føroyum, og at tað í fleiri ár hevur verið arbeitt fyri at fáa játtan til at breiðka vegirnar.
Hóast politisk uppskot og viðgerðir er ein full dagføring av vegastrekkinum ikki framd.
Í viðmerkingunum til fyrispurningin vísir Sámal Petur í Grund á, at vegurin er smalur í støðum, og at trygdarviðurskiftini um veturin kunnu vera trupul.
Hann vísir eisini á, at ein bilur fór oman av vegnum í oktober í ár.
– Spurningurin er eisini, um ikki ber til at seta neyðug fyribils trygdartiltøk í verk, áðrenn ein álvarslig vanlukka hendir, sigur hann í viðmerkingunum.
Vil hava rekkverk og møtipláss
Sámal Petur í Grund vil hava landsstýrismannin at greiða frá, hvør núverandi støðan er við ferðslutrygdini á teimum báðum vegunum, og um Landsverk hevur gjørt eina nýggja meting av trygdini.
Hann spyr eisini, um landsstýrismaðurin hevur eina dagførda ætlan um at bøta um ferðslutrygdina, og nær ábøturnar kunnu verða framdar.
Serliga vil hann vita, um fyribils trygdartiltøk kunnu setast í verk, áðrenn vegirnir verða breiðkaðir.
Her nevnir hann millum annað rekkverk, fleiri møtipláss, betri sýni, ferðavmarkingar og ávaringar um vandamikil vegastrekki.
Spyr eftir pengunum
Løgtingsmaðurin vil eisini hava at vita, hvussu nógv higartil er játtað og brúkt til dagføring og trygdarábøtur á Oyndarfjarðarvegnum og vegnum til Hellurnar.
Hann biður landsstýrismannin upplýsa, hvørjar ábøtur eru gjørdar seinastu árini, og um ætlanin er at seta pening av á komandi fíggjarlógum.
Harumframt spyr hann, um landsstýrismaðurin fer at biðja Landsverk gera eina raðfesting av teimum mest átrokandi trygdarátøkunum og upplýsa, hvat tey fara at kosta.
– Á teimum smølu og brøttu vegastrekjunum, har lítil ella eingin trygdarverja er, kunnu avleiðingarnar verða vanlukkuligar, um eitt akfar fer út av vegnum, vísir Sámal Petur í Grund á.
Hann vil tí hava eina ítøkiliga tíðarætlan fyri, nær ferðslutrygdarátøk á Oyndarfjarðarvegnum og vegnum til Hellurnar verða framd.