90 ára gamli japanesarin og kropsbyggjarin, Toshisuke Kanazawa, er hóast høga aldurin framvegis í kappingarformi. Hann hevur ongantíð roykt og ongantíð drukkið, og fyri fleiri árum síðan gavst hann eisini at eta kjøt og fisk.
Sjálvur heldur hann, at "reina" lívið er ein týdningarmikil orsøk til, at hann framvegis er førur fyri at lyfta vektir og venja beinini. The Guardian skrivar, at dagin eftir 90 ára føðingardagin vann hann á sjey kappingarneytum fyri luttakarar, sum vóru 85 ár og eldri.
Hetta var í japanska veteranmeistaraskapinum, og her vann hann sítt 19. heitið í Japan.
Toshisuke Kanazawa luttekur framvegis í altjóða kappingum, og um vikuskiftið stóð hann á pallinum í kappingini IFBB HM í fitness og kropsbygging í Santa Susanna í Spania, veit tíðindastovan AP at siga.
Hin 90 ára gamli rekur sína egnu venjingarmiðstøð í Hiroshima í Japan, og her venur hann tveir tímar um dagin, seks dagar um vikuna. Men, við aldrinum hevur hann sjálvsagt sínar avmarkingar.
Tiskil ansar hann eftir knæboyggingum og bonktrýsti og brúkar heldur venjingartól enn frívektir, sum tey rópa tað. Sjálvur sigur Toshisuke Kanazawa, at hann ger tað, sum er best fyri hann sjálvan og kroppin í hansara aldri.
Sum svimjari á ungum árum var hann eitt stórt talent, men ein vøddatrupulleiki oyðilegði hansara OL-dreymar. Tískil setti hann sær fyri heldur at brúka tíðina til at gerast professionellur kropsbyggjari.
Í 1967 gjørdist hann nummar 4 í Mr. Universe í Montreal í Kanada. Millum aðrar luttakarar var eitt nú Arnold Schwarzenegger og vinnarin, Sergio Oliva, veit AP at siga.
Hann sigur seg vóna, at hansara áhaldni kann fáa fleiri eldri at halda fram við teimum aktivitetum, sum teimum dámdu at íðka á yngri árum, og Toshisuke Kanazawa leggur aftrat, at hann ætlar sær at vera kropsbyggjari til tann dagin, hann doyr.