info
Ongi úrslit

Stabæk sendi Mattias og Pingel upp í bestu norsku fótbóltsdeildina

Í kvøld feira leikararnir hjá Strømsgodset uppflytingina

Mynd: Drammens Tidende
Heri Á. Simonsen
2. november 2026 kl. 20:30

Landsliðsmálverjin, Mattias H. Lamhauge, Sebastian Pingel og liðfelagarnir í Strømsgodset feira í kvøld, at Strømsgodset hevur tryggjað sær uppflyting til bestu norsku fótbóltsdeildina.

Leikararnir hjá Strømsgodset vóru savnaðir fyri at hyggja eftir dystinum millum Kongsvinger og Stabæk. Vann Stabæk dystin var uppflytingin staðfest hjá Strømsgodset. Endaði dysturin javnur hevði Strømsgodset verið trý stig frammanfyri Kongsvinger undan seinasta umfarinum. Harumframt hevði Strømsgodset havt ein málmun, ið var átta mál betri enn tann hjá Kongsvinger.

Tað gekk júst sum Mattias, Pingel og liðfelagarnir vónaðu. Stabæk vann 2-1 á Kongsvinger, hóast teir máttu spæla størra partin av seinna hálvleiki við einum leikara færri enn heimaliðið. Nicolai Ness var rikin av vøllinum í 66. minutti, men Stabæk megnaði at verja 2-1 leiðsluna heim.

Sambært Drammens Tidende grótu leikararnir hjá Strømsgodset av gleði, tá uppflytingin var staðfest við 2-1 sigrinum hjá Stabæk.

Undan seinasta leikumfarinum komandi sunnudag klokkan 12 er Haugesund fremst í deildini við 65 stigum. Strømsgodset hevur 63 stig, og Kongsvinger hevur 59 stig. Stabæk hevur 58 stig á fjórða plássinum.

Strømsgodset spælir seinasta dystin í hesum kappingarárinum á útivølli móti júst Stabæk, ið gjørdi teimum eina stóra tænastu í kvøld.

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

30. oktober kl. 15:45

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

Í gjár kl. 07:45

Myndir: Markleys útbúgving við Tjarnir

28. oktober kl. 10:47

Leivur og Poul Andrias hava keypt Kaffihúsið

Í gjár kl. 07:45

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

3 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Óttast álvars­liga van­lukku á Oyndar­fjarðar­­vegnum

4 minuttir síðan
Tíðindi

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

55 minuttir síðan
Fótbóltur

Mjällby kom eitt stig nærri bjargingini

1 tími síðan
Tíðindi

Nes komm­una vænt­ar 12,7 milli­ónir í halli næsta ár

1 tími síðan
Fótbóltur

BK Häcken tryggjaði sær meistaraheitið

2 tímar síðan
Tíðindi

Alt býráðið í Vági skal vera við til at gera fíggjarætlan

2 tímar síðan
Fótbóltur

U17-landsliðið tapti stórt fyri Japan

3 tímar síðan
Tíðindi

90 ára gamal og luttekur framvegis í altjóða kappingum

3 tímar síðan
Tíðindi

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

3 tímar síðan
Tíðindi

Marius Borg Høiby verður leyslatin úr varðhaldi

4 tímar síðan
Fótbóltur

Fýra stig til EB/Streym og fýra stig til Skála ÍF

4 tímar síðan
Tíðindi

Elbilarnir meira enn tví­fald­að­ir síð­an árs­byrjan 2024

5 tímar síðan