Enn er ikki greitt, um ákæruvaldið fer at kæra avgerðina.
Ákæruvaldið hevði kravt, at varðhaldsfongslingin varð longd, tí mett varð, at vandi var fyri nýggjum lógarbrotum.
Verjarnir hjá Marius Borg Høiby hildu hinvegin, at eingin veruligur vandi var fyri endurtøku.
Marius Borg Høiby varð 15. juni dømdur fýra ára fongsulsrevsing í býarrættinum í Oslo. Hann varð millum annað dømdur fyri tvey neyðtøkubrot.
Hann hevur kært dómin fyri tey bæði neyðtøkubrotini og eitt punkt um harðskap í nærsambondum.
Høiby hevur verið fongslaður síðani februar. Fyrst sat hann í fongsli í Oslo, men síðani juli hevur hann verið undir elektroniskum eftirliti við fótfjøtri á Skaugum, sum er ogn hjá norska kongshúsinum.
Sambært VG verður varðhaldsfongslingin nú ikki longd.
Enn er ikki greitt, nær Marius Borg Høiby verður latin leysur, ella um ákæruvaldið fer at kæra avgerðina.