info
Ongi úrslit

54.000 tons av ófiskaðum makreli skulu flytast til í ár

Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur sent uppskot um broytingar í kunngerðunum um norðhavssild, svartkjaft og makrel til ummælis.

Vilmund Jacobsen
1. juni 2023 kl. 12:11

- Fyri makrel og norðhavssild snúgva broytingarnar seg fyrst og fremst um at dagføra endaligu kvoturnar fyri 2023, siga tey í Fiskimálaráðnum í dag.

Í makrelkunngerðini er eisini ein broyting, at góð 54.000 tons av ófiskaðari makrelkvotu í 2022 verða flutt til at verða fiskað í ár.

- Flutta nøgdin verður latin skipum sum felagskvota við hámarki. Hámarkið fyri hvørt skipið er 4.500 tons.

Í Fiskimálaráðnum siga tey, at øll, sum hava makrelrættindi í 2023, kunnu fáa loyvi at fiska av felagskvotuni - treytað av, at allar eginkvotur av makreli, tillutaðar sambært kunngerðini í 2023, eru fiskaðar.

- Haraftrat eru reglurnar, sum loyva skipum at flyta upp til 10% av norðhavssild, svartkjafti ella makreli millum ár, dagførdar.

Lagt verður aftrat, at uppskotini til broytingar í kunngerðunum eru til ummælis fram til 9. juni 2023 og møguligar viðmerkingar skulu sendast til [email protected] í seinasta lagi á middegi hin 9. juni 2023.

Uppskotini hjá Fiskimálaráðnum til broytingar í nevndu kunngerðum kunnu síggjast um heimasíðuna - www.fisk.fo

 

Mest lisið hesa vikuna

Simme Musikkhús heldur fram

Í gjár kl. 11:24

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

4. oktober kl. 23:14

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

9. oktober kl. 08:56

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

KÍ skal hava nýggjan venjara

9. oktober kl. 12:53

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Trump lýs­ir orku­vápna­hvíld – Russ­land held­ur fram við álopum

34 minuttir síðan
Fótbóltur

Nú sær tað heilt svart út á Svangaskarði

1 tími síðan
Fótbóltur

Europa er aftur í eygsjón hjá B36

1 tími síðan
Fótbóltur

Myndir: B36 vann 2-1 á Argjum

1 tími síðan
Tíðindi

14.000 vilja steðga laksa­al­ing í Seyðis­firði

1 tími síðan
Fótbóltur

Myndir: KÍ vann 3-0 móti HB

2 tímar síðan
Hondbóltur

THW Kiel vann og Füchse Berlin tapti

2 tímar síðan
Hondbóltur

European Cup: VÍF vann aftur við 11 málum

2 tímar síðan
Hondbóltur

Burn: VÍF vann klassikaran og H71 vann stórsigur á EB

3 tímar síðan
Fótbóltur

Klaksvíkingar vunnu stórsigur á Tórsvølli

3 tímar síðan
Fótbóltur

Nú nærkast av álvara hjá NSÍ

4 tímar síðan
Hondbóltur

Óli syrgdi fyri 10 málstigum í stórsigri hjá GOG

4 tímar síðan