Mótmælini byrjaðu klokkan 15 og vóru knýtt saman við beinleiðis sending og felags skrá. Tað skrivar íslendska kringvaprið, RÚV.
Tað er ætlanin hjá Kaldvík um at ala upp í 10.000 tons av laksi í Seyðisfirði, sum hevur elvt til mótstøðuna. Felagið fekk í september loyvi til alingina.
Sambært RÚV hava nú nærum 14.000 fólk skrivað undir eina áheitan um at verja Seyðisfjørð. Mótmælini eru skipað í samstarvi millum Landvernd, NASF, felagið Vá! í Seyðisfirði og fleiri onnur náttúruverndarfeløg.
Fyriskipararnir siga, at Seyðisfjørður er vorðin ein ímynd av einum størri stríði um fólkaræði, náttúruvernd og almenn áhugamál í Íslandi. Teir spyrja eisini, hvønn týdning almenn hoyring hevur, um stór lokal mótstøða ikki verður tikin til eftirtektar.
-
©
Mótstøðan móti alingini hevur vart leingi. Longu 5. oktober boðaði Landssamband veiðifélaga frá, at felagið ætlaði at kæra loyvið hjá Kaldvík. Felagið heldur, at aling av kynsbúnum laksi í firðinum kann vera ein ov stórur váði fyri villar laksa- og sílastovnar.