info
Ongi úrslit

Nú nærkast av álvara hjá NSÍ

Hóast skálamenn við fínum máli løgdu seg á odda, so er NSÍ á veg til hús við øllum stigunum

Jóannes Hansen
11. oktober 2026 kl. 17:19

Í fínum líkindum tók NSÍ í góðveðrinum undir Mýruhjalla í dag eitt stórt fet fram ímóti FM heitinum. Tí fyrsta síðani 2007 tá ið NSÍ var meistari fyri fyrstu ferð.

Úrslitið var 2-1 til NSÍ, og tað ber við sær, at NSÍ hevur 51 stig, nú tað eru trý umfør eftir. Um eina viku eigur NSÍ heimadyst ímóti 07 Vestur, í næstsíðsta umfari verður HB gestur í Runavík, og í síðsta umfari fer NSÍ at spæla á útivølli ímóti grannunum í B68.

Nú tað resta trý umfør eru tað trý stig frá NSÍ og aftur til KÍ, sum er einasti avbjóðarin í kappingini um FM heitið.

Skála ÍF spælir fyri lívinum í Meistaradeildini, og í dag vóru tað skálamenn, sum við fínum máli løgdu seg á odda. Málskjútti í 27. minutti var tað miðvallarin Malthe Nielsen, sum úr 18 metrum sendi bóltin heilt upp í málhornið.

Skálamenn vóru væl og leingi við, men síðsta lítla løtan undan steðginum var avgerandi fyri, at teir einki fingu burturúr. Í 45. minutti var tað miðvallarin Beinir Nolsøe, sum við høvdinum sendi bóltin í málið eftir horna frá Jann J. Benjaminsen úr vinstru.

Og tá ið klokkan var farin tríggjar minuttir út um vanligu leiktíðina undan steðginum skoraði NSÍ tað, sum vísti seg at vera 2-1 sigursmálið. Liðformaðurin Petur Knudsen var fremsti maður, meðan Meinhard E. Olsen var framrættaður í vinstru, og tað var Petur, sum sneiddi seg leysan og skoraði og staðfesti sína støðu sum ovastur á máltindinum.

Eftir steðgin var tað friðarligt. NSÍ hevði fult og heilt tak á verjuspælinum, og tá ið síðsta bríksl ljóðaði, var tað fagnaður í gulu og svørtu leguni. FM heitið er á stokkinum, og hjá Skála ÍF snýr tað seg framvegis um at renna undan niðurflytingini.

Um eina viku fara skálamenn í Gundadal at hitta B36.

Mest lisið hesa vikuna

Simme Musikkhús heldur fram

Í gjár kl. 11:24

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

4. oktober kl. 23:14

Maður breyt knæið eftir bardaga

4. oktober kl. 20:25

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

9. oktober kl. 08:56

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Óli syrgdi fyri 10 málstigum í stórsigri hjá GOG

14 minuttir síðan
Tíðindi

Trump boðar frá vápnahvíld – Zelenskyj visti einki um hana

24 minuttir síðan
Tíðindi

Mentanarvirð­is­løn­ir lands­ins verða hand­að­ar í Sør­vági

1 tími síðan
Hondbóltur

SMS: H71 vann stórsigur á EB í Hoyvíkshøllini

1 tími síðan
Tíðindi

Minst 11 deyð í bussvanlukku í Turkalandi

1 tími síðan
Fótbóltur

AC Horsens bjargaði javnleikinum í yvirtíðini

2 tímar síðan
Tíðindi

Møgulig ætlan um at myrða Donald Tusk

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Tá vit hava tikið ræðið á laksinum, hava vit eisini tikið ábyrgdina

2 tímar síðan
Tíðindi

Mótmæla laksa­al­ing í Seyð­is­firði og Reykja­vík í dag

3 tímar síðan
Lesarabrøv

Marknaðarprísur og samfelagsligt virði

3 tímar síðan
Tíðindi

Umvæla skúlan í Vestmanna fyri umleið 70 milliónir

4 tímar síðan
Tíðindi

Gosfjall kastar 35 kilometrar langan skugga

4 tímar síðan