info
Ongi úrslit

THW Kiel vann og Füchse Berlin tapti

Nú er soltið við spælitíð til Elias Ellefsen á Skipagøtu

Heri Á. Simonsen
11. oktober 2026 kl. 19:00

Í týsku bundesliguni vóru tvey føroyingalið í leiki í dag.

Liðið hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel vann á heimavølli greiðan 26-19 sigur á Hamburg. Í fyrra hálvleiki haltaði hjá Kiel, og var støðan javnleikur 11-11 í steðginum.

Elias var bert á vøllinum í fýra minuttir og 22 sekund, og hann var bert noteraður fyri eitt upplegg til mál. Tað tykist sum um fráferðin til Aalborg komandi summar hevur avleiðingar fyri Elias.

THW Kiel er næstfremst í deildini við 15 stigum.

Betri er við spælitíð til Hákun West av Teigum í Füchse Berlin. Hákun var á vøllinum í 38 og ein hálvan minutt, og hann skoraði tvey mál upp á tvær málroyndir, tá Füchse Berlin á heimavølli tapti 36-37 fyri Lemgo. Í steðginum vóru berlinarnir á odda 19-17.

Füchse Berlin er nummar fýra við 10 stigum.

Fríggjakvøldið taptu Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Hannover-Burgdorf á heimavølli 32-39 (16-20) fyri oddaliðnum, Flensburg-Hannover.

Hannover-Burgdorf er nummar níggju við níggju stigum.

Mest lisið hesa vikuna

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

18. november kl. 10:11

Svøríki: Byrjaði at eta seg sjálvan

18. november kl. 14:27

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

18. november kl. 18:14

Roykur rekur móti bygdini á Skála

18. november kl. 19:26

Andstøðan rýmdi av bý­ráðs­fundi í Havn

20. november kl. 00:20

Tvey vaksin og eitt barn funnin deyð í Danmark

19. november kl. 04:10

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Burn: Kyndil og Team Klaksvík vunnu greiðar sigrar

8 minuttir síðan
Hondbóltur

Myndir: Kyndil vann 37-29 móti StíF

21 minuttir síðan
Hondbóltur

H71 framdi stórt bragd - sendi Ostrovia úr European Cup

28 minuttir síðan
Tíðindi

Vänsterpartiet vrak­ar nýtt út­spæl og krev­ur ráð­harra­sessir

1 tími síðan
Tíðindi

Les Sosialin frá 1927 til í dag

2 tímar síðan
Hondbóltur

Myndir: Neistin vann 35-33 á KÍF

3 tímar síðan
Hondbóltur

Burn: Neistin vann á KÍF

3 tímar síðan
Tíðindi

Parkerings­loyvi í mið­bý­num í Havn hækk­ar 128 prosent

3 tímar síðan
Hondbóltur

Ajax misti oddasessin

4 tímar síðan
Tíðindi

Fyribyrging ímóti skaða av eldi

4 tímar síðan
Lesarabrøv

Lestrarstuðulin skal ikki gera arbeiði revsivert

5 tímar síðan
Tíðindi

Zelenskyj royndi tað fyrst í filmi

6 tímar síðan