Gamla klassikkarin í Burn Mansdeildini millum Kyndil og VÍF var á skránni í høllini á Hálsi suður í dag.
VÍF vann dystin 34-31. Í steðginum vóru vestmenningar á odda 17-14.
Tobias Thisen var við 11 málum toppskjútti hjá Kyndli. Við átta málum var Filip Jojic toppskjútti hjá VÍF.
Í Hoyvíkshøllini fekk EB oyrini í væl smurdu H71-maskinuna. H71 vann stórsigur 51-18. Í steðginum var støðan 29-11.
Brian Slyne var við 10 málum toppskjútti hjá H71. Uni Zachariassen var við fimm málum toppskjútti hjá EB.
H71 er fremst við fullum stigatali, 12 stigum fyri seks dystir. VÍF er næstfremst við 10 stigum. Neistin hevur sjey stig, meðan KÍF og Kyndil hava seks stig hvør. EB hevur fýra stig, Team Klaksvík hevur tvey stig, og StÍF er aftast við einum stigi.
HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðlarnar frá dagsins dystum í Burn Mansdeildini:
-
©