Tað endaði við 3-0 útisigri, tá ið HB í dag hevði vitjan av KÍ. Heimavøllurin hjá HB var í dag á Tórsvølli, tí tað bar ikki til at spæla á ovara vølli í Gundadali, har tað er stór riva í vøllinum.
Jákup B. Andreasen var í dag fyri fyrstu ferð síðani síðst í juni á KÍ liðnum, og tað var liðformaðurin, sum longu í sjeynda minutti átti fína uppleggið, tá ið Erling Hustad rann seg leysan av HB miðverjuni og setti bóltin framvið HB málverjanum.
Heilt inntil tað bara restaðu nakrir fáir minuttir av fyrra hálvleiki, hevði KÍ fult og heilt tamarhald á spælinum, og tað mesta gekk fyri seg á HB hálvuni og í og kring brotsteigin.
HB fekk eitt vet betri fatur á spælinum síðstu minuttirnar undan steðginum, og í seinna hálvleiki var HB betri við, enn heimaliðið hevði verið undan steðginum. Tað eydnaðist tó ikki HB at vinna seg í serliga upplagdar støður, og so endaði tað við, at KÍ skoraði tvey mál aftrat og vann 3-0.
Innskifti miðvallarin i Martin Rodrigo Gonzales økti tríggjar minuttir undan leikloki um munin til 2-0, tá ið hann av innskifta Dávidi Reynheim úr vinstru varð spældur púra blankur, og í tíðini, sum dómarin legði aftrat, var tað Dávid Reynheim, sum staðfesti trivaliga sigurin, eftir at eyðsýndi Filip Brattbakk spældi hann leysan.
Í sambandi við 3-0 málið sá HB málverjin Bjarti Vitalis Mørk beinleiðis reytt kort, og hann verður tískil ikki við, tá ið HB um eina viku fer at spæla á útivølli ímóti EB/Streymi.
Um eina viku fær KÍ vitjan av B68.
KÍ er næstfremst við 48 stigum, og tað eru trý stig fram til NSÍ, sum er topplið. HB er á triðja plássi við 41 stigum. Tað eru seks stig aftur til Víking og B36. Í løtuni spælir Víkingur á útivølli ímóti B68, og í løtuni spælir B36 á útivølli ímóti AB.
Klaksvíkingar vunnu stórsigur á Tórsvølli Klaksvíkingar vunnu stórsigur á Tórsvølli
Trivaligi sigurin ber við sær, at tað er greitt, at KÍ í hvussu so er fer at enda við silvurkrónum, meðan Europa plássið hjá HB ikki er so trygd
Jóannes Hansen
11. oktober 2026 kl. 17:34
Mest lisið hesa vikuna
Simme Musikkhús heldur fram
Í gjár kl. 11:24
29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd
5. oktober kl. 23:35
Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?
4. oktober kl. 23:14
Maður breyt knæið eftir bardaga
4. oktober kl. 20:25
Sjúrður yrkir á Fólkatingi
9. oktober kl. 08:56
Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?
6. oktober kl. 14:56
Fleiri tíðindi
Hondbóltur
Burn: VÍF vann klassikaran og H71 vann stórsigur á EB
2 minuttir síðan
Fótbóltur
Nú nærkast av álvara hjá NSÍ
57 minuttir síðan
Hondbóltur
Óli syrgdi fyri 10 málstigum í stórsigri hjá GOG
1 tími síðan
Tíðindi
Trump boðar frá vápnahvíld – Zelenskyj visti einki um hana
1 tími síðan
Tíðindi
Mentanarvirðislønir landsins verða handaðar í Sørvági
1 tími síðan
Hondbóltur
SMS: H71 vann stórsigur á EB í Hoyvíkshøllini
2 tímar síðan
Tíðindi
Minst 11 deyð í bussvanlukku í Turkalandi
2 tímar síðan
Fótbóltur
AC Horsens bjargaði javnleikinum í yvirtíðini
3 tímar síðan
Tíðindi
Møgulig ætlan um at myrða Donald Tusk
3 tímar síðan
Lesarabrøv
Tá vit hava tikið ræðið á laksinum, hava vit eisini tikið ábyrgdina
3 tímar síðan
Tíðindi
Mótmæla laksaaling í Seyðisfirði og Reykjavík í dag
4 tímar síðan
Lesarabrøv
Marknaðarprísur og samfelagsligt virði
4 tímar síðan