info
Ongi úrslit
© Eric Lee/Reuters/Ritzau Scanpix
Donald Trump segði í dag, at semja var millum Russland og Ukraina um eina orkuvápnahvíld. Men tað vist ukrainski forsetin, Volodymyr Zelensky einki um. Men hann tekur fegin undir við henn, sum Russland ger tað sama. Enn er ikki greitt, um Russland heldur einki kennir til orkuvápnahvíldina hjá Donlad Trump.

Trump lýs­ir orku­vápna­hvíld – Russ­land held­ur fram við álopum

Donald Trump sigur, at Russland og Ukraina hava gjørt avtalu um eina orkuvápnahvíld, sum longu er komin í gildi. Volodymyr Zelenskyj sigur, at Ukraina tekur undir við eini slíkari avtalu – men bert um Russland eisini ger tað.

Eirikur Lindenskov
11. oktober 2026 kl. 20:45

Samstundis boðar hann frá nýggjum russiskum álopum á orkukervið í Ukraina.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, boðaði seinnapartin frá á Truth Social, at Russland og Ukraina hava gjørt avtalu um eina vápnahvíld, sum serliga skal verja orkukervi.

– Við virknaði alt fyri eitt er ein orkuvápnahvíld í krígnum millum Russland og Ukraina. Báðir partar eru samdir. Brótið hana ikki, skrivaði Trump.

Tá boðini komu, var avtalan tó ikki staðfest frá hvørki russiskari ella ukrainskari síðu.

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, segði stutt eftir, at fráboðanin hjá Trump kom óvart á hann.

– Hetta vóru tíðindi fyri meg, segði Zelenskyj við amerikanska miðilin Axios.

Hann gjørdi tó greitt, at Ukraina er til reiðar at taka undir við eini orkuvápnahvíld, um Russland eisini ger tað.

– Um Trump forseti hevur samrátt seg fram til hetta við Putin, so sigið okkum, nær vápnahvíldin byrjar. Vit eru klár og taka undir við henni, segði Zelenskyj.

Bíða eftir smálutunum frá USA

Seinni skrivaði Zelenskyj á X, at hann hevði tosað við fleiri ríkisleiðarar og NATO-aðalskrivaran, Mark Rutte, um fráboðanina.

Hann skrivaði, at Ukraina stuðlar eini orkuvápnahvíld og bíðar eftir neyvari upplýsingum frá amerikonsku stjórnini.

– Tað er týdningarmikið, at Russland eisini tekur undir við henni, skrivaði Zelenskyj.

ES-nevndarforkvinnan, Ursula von der Leyen, hevur eisini tosað við Zelenskyj og boðað frá stuðli til eini orkuvápnahvíld, sum kann verja orkukervið í bæði Ukraina og Russlandi og samstundis verja altjóða matvøruveitingar.

Russland rakti orkukervið eftir fráboðanina

Men fáar tímar eftir fráboðanina hjá Trump segði Zelenskyj, at Russland framvegis hevði lopið á ukrainsk orkukervi.

Sambært honum rakti ein russisk Shahed-drona eitt kraftverk í Kyiv, og fleiri býlingar mistu streymin.

Seinni vóru eisini álop á orkustøð í Kharkiv-landslutinum.

Zelenskyj legði dent á, at hesi álopini komu eftir, at Trump hevði boðað frá eini orkuvápnahvíld við sum var komin í gildi alt fyri eitt.

Tað er tí enn ógreitt, um talan í veruleikanum er um eina avtalu, sum báðir kríggjandi partar hava góðkent og sett í verk.

Zelenskyj: 60 dagar við fullari vápnahvíld – so halda vit val

Fyrr í dag svaraði Zelenskyj eisini upp á atfinningar frá Trump um, at Ukraina eigur at halda forsetaval.

Í samrøðu við ABC News segði hann, at Ukraina kann halda val, um Russland góðtekur eina fulla vápnahvíld í 60 dagar.

– Gevið okkum tveir mánaðir, 60 dagar við fullari vápnahvíld, so halda vit val, segði Zelenskyj.

Hann hevur eisini víst aftur útsøgnunum hjá Trump um, at ukrainsk álop á russisk orkukervi eru høvuðsorsøkin til hækkandi diesel- og bensinprísir.

Sambært Zelenskyj er orsøkin í staðin kríggið í Miðeystri.

Mest lisið hesa vikuna

Nú kanst tú síggja lønina hjá grannanum ella stjóranum

13. november kl. 22:59

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

10. november kl. 22:37

Aksel ger útlendskt øl dýrari

9. november kl. 23:20

Løgmaður takkað nei til at hitta Zelenskyj

10. november kl. 13:35

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

19 tímar síðan

Nýggj nevnd í Læknafelag Føroya

11. november kl. 13:05

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Fólk við breki kunnu missa 2.836 krónur um mánaðin

11 minuttir síðan
Fótbóltur

Tríggir vilja gerast forseti í Fifa

29 minuttir síðan
Tíðindi

Søguligur dagur: Kvinnur stýrdu Løgtinginum

1 tími síðan
Tíðindi

Ætla at leingja bryggjuna hjá Norrønu í Seyðisfirði

2 tímar síðan
Tíðindi

Løgtingið skal við­gera sjúkra­dag­peng­ar, fam­ilju­í­skoyti og skatt í dag

2 tímar síðan
Ítróttur

Borðtennis: 42 leikarar kappaðust á Hálsi

3 tímar síðan
Fótbóltur

Hava ein sigur, tríggjar javnleikir og eitt tap móti Moldova

3 tímar síðan
Tíðindi

Fimm mentan­ar­fel­øg á fund við Fíggjar­nevnd­ina í dag

3 tímar síðan
Tíðindi

76 milliónir krónur til gransking í kvinnuheilsu

4 tímar síðan
Ítróttur

Høgni vinnur alt

4 tímar síðan
Tíðindi

Føroyingar mest virkn­ir á ar­beiðs­markn­að­i­num í Evropa

4 tímar síðan
Tíðindi

Løgreglan fer at kanna flytingar í PlayStation-málinum

5 tímar síðan