Í teimum trimum innanhýsis dystunum í júst farna kappingarári stóð tað upp og niður hjá EB/Streymi og Skála ÍF.
EB/Streymur vann ein dyst undir Mýruhjalla, og Skála ÍF vann í seinasta leikumfarinum við Margáir. Annar dysturin millum liðini endaði við javnleiki.
Sostatt var úrtøkan í teimum trimum innanhýsis dystunum fýra stig til hvørt liðið.
Samlaða málúrtøkan í teimum trimum innanhýsis dystunum gjørdist 4-3 til Skála ÍF.
Skála ÍF-EB/Streymur 1-2 (0-2) - 6. apríl
0-1 Hans Pauli á Bø (12.)
0-2 Hans Pauli á Bø (45.)
1-2 Markus Hellisdal (90.+)
EB/Streymur-Skála ÍF 1-1 (1-0) - 20. juni
1-0 sjálvmál (40.)
1-1 Simon Jørgensen (90.+)
EB/Streymur-Skála 0-2 (0-2) - 31. oktober
0-1 Jákup Pauli Frederiksberg (9.)
0-2 Silas Gaard (45.)
Kelda: FaroeSoccer