info
Ongi úrslit

AB kløkkaði favorittarnar

Løgmanssteypið: At enda eydnaðist tað favorittunum í HB at vinna seg í hálvfinaluna

Jóannes Hansen
18. mai 2022 kl. 20:03

Fyrsta liðið at spæla seg í hálvfinaluna í kappingini um løgmanssteypið var HB.

Í kvøld eru fjórðingsfinalurnar, og HB vann 2-1, tá ið AB var gestur í Gundadali.

Jón Krosslá Poulsen var venjari og Rógvi N. Poulsen hjálparvenjari hjá AB, sum í fyrsta minutti legði seg á odda. Málskjútti var væl upplagdi Marius Kryger Lindh.

Savic Dalibor var nýggjur maður á HB beinkinum. Hóast tað var skelkur hjá honum og hansara monnum at fáa mál ímóti sær beinanvegin, so eydnaðist tað at skora tvey mál og vinna 2-1.

AB var frammanfyri 1-0 eftir fyrra hálvleik.

17 minuttir undan leikloki javnaði HB. Málskjútti var Pætur J. Petersen, sum var millum teir fyrstu ellivu. Tað hevur hann ikki verið so ofta fyrr í ár.

Sjey minuttir undan leikloki skoraði HB sigursmálið. Tað skoraði Áki D. Samuelsen, sum longu eftir eitt korter avloysti Heðin Hansen. Uppleggið til sigursmálið átti Adrian Justinussen.

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

24. oktober kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

10 tímar síðan

Ein stormskaði fráboðaður

25. oktober kl. 09:07

Løgreglan sóknast eftir vitnum til herverk í Leirvík

24. oktober kl. 10:22

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

26. oktober kl. 20:45

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Sosialurin partur av størri verkætlan

16 minuttir síðan
Tíðindi

John Mogensen Jam á Reinsarínum í annaðkvøld

21 minuttir síðan
Tíðindi
Haldaragrein

Oleksandra fór eftir brenni og fann ein arm

30 minuttir síðan
Fótbóltur

VIDEO: Atkoma á Tórsvøll fyri koyristólsbrúkarar

1 tími síðan
Tíðindi

Ann 20 ára starvsdag

1 tími síðan
Tíðindi

Yvir­skip­að trygd í Norður­londum

2 tímar síðan
Fótbóltur

Meistaradeildin kvinnur: Hvør var besti leikarin í oktober?

2 tímar síðan
Tíðindi

Støre og Mette ósamd um samrøðu við Putin

2 tímar síðan
Tíðindi

Russiskt álop á tokstøð kravt 13 mannalív

3 tímar síðan
Tíðindi

Neyðugt at verja javnstøðuna

3 tímar síðan
Tíðindi

Fleiri dialogar eftir Platon í føroyskari týðing

3 tímar síðan
Tíðindi

Christine Lagarde gevst í ECB fyrr enn ætlað

4 tímar síðan