info
Ongi úrslit

FM heitið hjá Sigga Rag og NSÍ gevur endurljóð í Íslandi

Høvuðsvenjarin hjá NSÍ Sigurður Ragnar Eyjólfsson - Siggi Rag - hevur eina kensluborna dagføring um stóra FM-dagin við Løkin

Heri Á. Simonsen
27. oktober 2026 kl. 23:15

Høvuðsvenjarin hjá NSÍ Sigurður Ragnar Eyjólfsson - Siggi Rag skrivar á facebookvanga sínum eina kensluborna dagføring um meistaraheitið hann og hansara leikarar í NSÍ fingu heim fyrradagin: - Hvat upplivdi tú í gjár, Siggi Raggi? – Eg sá fólk gráta gleðistár; Eg sá fleiri viðhaldsfólk koma á leikvøllin enn alt fólkatalið í okkara býi; Eg sá okkara áskoðarapláss fullsett 30 minuttir áðrenn dystarbyrjan; Eg sá gult og svart – stoltur, spentur og glaður; Eg sá trummur, bluss og fýrverkssýning; Eg sá børn finna fyrimyndir; Eg sá hetjur skriva undir autografar; Eg sá dreingir gerast menn; Eg sá ungar menn gerast meistarar; Eg sá minnir skapt, sum fara at vara eitt lív fyri eitt heilt samfelag; Eg sá hundraðtals fólk missa alla ró við seinasta bríksl, skunda sær á vøllin saman við mær, garrvill av hátíðarhaldi; Eg sá fólk fullkomiliga yvirtikin av teirra kenslum; Eg sá okkum detta afturum, bert fyri at berjast aftur og javna støðuna – júst sum sjálvt lívið. Eg sá alt okkara lið hava ein leiklut í tí útjavnandi málinum. Eg sá okkum náa einum máli, sum vit settu okkum saman fyri einum ári síðani, aftur í tíðini, tá eingin trúði uppá okkum. Eg havi verið vitni til eitt lið, sum ongantíð gevur upp – og varð lønt samsvarandi. Besta kappingarárið í søguni hjá NSÍ er nú veruleiki.
Hjartaliga til lukku, NSÍ! Saman standa vit sterk! Vit eru meistarar! Skrivar Siggi Rag í kenslubornu dagføringini.

Allir stóru íslendsku miðlarnir, Morgunblaðið, Vísir, RÚV og fótbólti.net umrøddu meistaraheitið hjá NSÍ.

HER er dagføringin hjá Siggi Rag á íslendskum og yvirskriftirnar hjá íslendsku miðlunum um meistaraheitið hjá NSÍ

FM heitið hjá Sigga Rag og NSÍ gevur endurljóð í Íslandi
FM heitið hjá Sigga Rag og NSÍ gevur endurljóð í Íslandi
FM heitið hjá Sigga Rag og NSÍ gevur endurljóð í Íslandi
FM heitið hjá Sigga Rag og NSÍ gevur endurljóð í Íslandi
FM heitið hjá Sigga Rag og NSÍ gevur endurljóð í Íslandi

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

24. oktober kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Tað verður illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:16

Soleiðis sær út eftir eldin á Gomlurætt

22. oktober kl. 09:28

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Skuru tapti í Västerås

1 tími síðan
Hondbóltur

Valur vann føroyingauppgerðina í Garðabær

2 tímar síðan
Tíðindi

Løgmaður er boð­in at syngja karaoke í Finn­landi í kvøld

2 tímar síðan
Tíðindi

Miðlar: Bolsonaro farin úr Brasil eftir valtapið

2 tímar síðan
Tíðindi

Melania Trump: Vápna­hvíld­in í Ukra­ina er víðkað

3 tímar síðan
Lesarabrøv

Skal tað loysa seg at arbeiða – ella at eiga?

4 tímar síðan
Tíðindi

Kanningar á val­støð­um: Eing­in greið­ur vinn­ari í Ísrael

4 tímar síðan
Fótbóltur

U17-landsliðið tapti greitt fyri Rumenia

4 tímar síðan
Tíðindi

Ísrael noktar at leingja atkvøðugreiðsluna

4 tímar síðan
Fótbóltur

Dysturin B68-NSÍ byrjar longu klokkan 14 leygardagin

5 tímar síðan
Tíðindi

Lavrov: Einki nýtt kom burtur úr samrøðuni við Putin

5 tímar síðan
Tíðindi

Óvanliga stór valluttøka í Ísrael

6 tímar síðan