FSF skrivar:
- Komandi leygardag er síðsta umfar í MeistaraDeildini hjá monnum á skránni. Á Svangaskarði byrjar dysturin millum B68 og NSÍ klokkan 14, meðan hinir fýra dystirnir byrja klokkan 15
——————
Hóast eitt umfar framvegis er eftir at spæla, so megnaði NSÍ farna sunnudag at tryggja sær føroyameistaraheitið 2026 í fremstu deildini hjá monnum.
Heiðursmerkir og steyp verða tí handað á Svangaskarði á Toftum komandi leygardag, tá B68, ið noyðist tungu leiðina niður í 1. deild at spæla komandi kappingarár, tekur ímóti FM vinnarunum. Á Toftum verður fyrsta bríksl klokkan 14:00.
Hinir fýra dystirnir í ársins síðsta umfari byrja klokkan 15:00. Á Tórsvølli spæla HB og B36, á Djúpumýru í Klaksvík tekur KÍ ímóti Víkingi, við Margáir í Streymnesi møtast EB/Streymur og Skála, og inni í Vika á Argjum hittast AB og 07 Vestur.
Enn er nakað av spenningi, hvørt tað verður HB ella Víkingur, ið fer avstað við bronsuni, og um 07 Vestur, AB ella Skála fara við toftamonnum niður í næst bestu deildina. Alt hetta verður endaliga greitt klokkan umleið fimm seinnapartin leygardagin. Skrivar FSF.
MeistaraDeildin menn, leygardagin 31. oktober:
B68 – NSÍ (14:00)
HB – B36 (15:00)
KÍ – Víkingur (15:00)
AB – 07 Vestur (15:00)
EB/Streymur – Skála (15:00)