info
Ongi úrslit

Ábyrgdin á tínum herðum

Bill Justinussen
26. februar 2026 kl. 10:05

Eftir góð 3 ár við eini vinstrastjórn í Føroyum eru tað fleiri, sum halda, at tað almenna hevur ábyrgdina fyri tilveru og vælferð hinst einstaka. At tað almenna skal tryggja fólki tak yvir høvdið, fíggjarligt lívsgrundarlag og annað mangt. Hetta er skeiv hugsan, tí tað almenna má ongantíð taka ábyrgdina fyri tilveruni frá einstaklinginum. Tað almenna skal bara traðka til, har fólk ikki megna sjálvi vegna skerdar førleikar.  

Ábyrgdin fyri egnum lívi liggur í hondunum á hvørjum einstøkum. Tí eigur lóggávan at tryggja hinum einstaka persónligt frælsi, sum elur ábyrgdarkenslu og framburð. Vit hava ov nógva lóggávu, sum ger seg inn á sjálvræði hins einstaka. Fremsta lóggávuuppgávan er at tryggja, at ein og hvør kann liva sítt lív eftir egnum evnum við fyriliti fyri felagsskapinum.

Tað skal vera lætt og einfalt at liva og virka í Føroyum.

Tað skal vera lætt og einfalt at vera barnafamilja.

Tað skal vera lætt og einfalt at seta búgv.

Tað skal vera lætt og einfalt at reka fyritøku.

Tað skal vera lætt og einfalt at reka frítíðarvirksemi og felagsskap.

Tað skal vera lætt og einfalt at arbeiða uttanlands.

Tað skal vera lætt og einfalt at vera undir almennari fyriskipan vegna skerdan førleika.

Tað skal vera lætt og einfalt at vera pensionistur.

Vónin er, at ein komandi stjórn fer at lóggeva soleiðis, at ábyrgdin ikki verður tikin frá fólki at skapa sær eydnuna góða. Tá er vandi fyri, at landskassin hoknar undir byrðuni.

 

Bill Justinussen

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

30. oktober kl. 15:45

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

1. november kl. 07:45

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

Í gjár kl. 23:18

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

Í gjár kl. 17:48

Myndir: Markleys útbúgving við Tjarnir

28. oktober kl. 10:47

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Trump leypir á Fox News á valnáttini

1 tími síðan
Tíðindi

Metir Demokratarnar vinna meirilutan í Umboðsmannatinginum

2 tímar síðan
Tíðindi

Republikan­ar­ar missa senat­ssess í North Carolina

2 tímar síðan
Fótbóltur

EFL valdi Geza á vikuliðið

4 tímar síðan
Fótbóltur

Champions League: Bayern vann stórdystin og United fekk loksins ein sigur

5 tímar síðan
Tíðindi

Setur spurnar­tekin við drúgvu frið­ing­ina á Føroya­banka

5 tímar síðan
Hondbóltur

Marita vann á Mariu í bestu donsku hondbóltsdeildini

5 tímar síðan
Tíðindi

Kann Invest in Denmark hjálpa Føroyum at fáa íløgur?

6 tímar síðan
Tíðindi

Spanski sam­ferðslu­ráð­harrin fer frá eftir tok­vanlukkur

7 tímar síðan
Tíðindi

Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl

8 tímar síðan
Tíðindi

Heystveðrið sæst aftur í elframleiðsluni

9 tímar síðan
Tíðindi

Grønlendska tingið samtykt verjuavtaluna við USA

9 tímar síðan