Hvussu er tað við eldradeplinum í Kollafirði? Og er tað, tað, sum Kollafjørður hevur brúkt fyri?
Eg leggi tí nøkur fakta fram her. Hetta eru fakta úr almenna innlitinum, sum KVF hevur fingið. Fólk kunnu síðani sjálvi meta um málið.
Bergur hevur fleiri ferðir ført fram, at pengarnir fyri lendissøluna fara til festið, at landið eigur festið, og festarin fær einki av hesum. Hetta er eitt sindur rætt.
Tá kommunan knappliga minkar um virkismøguleikarnar hjá eini fyritøku, skal hon helst halda fyritøkuna skaðaleysa á onkran hátt. Í hesum føri er tað endurgjald, og tað kann býtast í trý:
1) Endurgjald fyri lendi ella søla av lendi. 3,5 mió.
2) Endurgjald fyri mist bit. 1 mió.
3) Endurgjald fyri eitt seyðahús, sum stendur á keypta lendinum. 2 mió. (uppskot)
1) Tá kommunan keypir festijørð, fær Búnaðargrunnurin pengarnar. 40% av pengunum verða settir á konto hjá festinum. Í hesum føri uml. 1,4 mió. Bóndin kann síðani søkja um stuðul til varandi virðisøking á festinum av hesi konto.
2) Bóndin fær endurgjald fyri mist bit, og teir pengarnir verða settir á konto hjá festaranum, og festarin kann brúka teir treytaleyst. Í hesum føri 1 mió.
3) Um t. d. eitt seyðahús má takast niður, fær festarin endurgjald fyri seyðahúsið frá kommununi. Í hesum føri 2 mió samb. uppskoti, sum tó ikki er undirskrivað enn.
Búnaðargrunnurin KANN stuðla við 70% av eini verkætlan, sum gevur varandi virðisøking á festinum. Men tá talan er um seyðahús, kann stuðulin eisini verða 4000kr/seyð. Festið kann tí í hesum føri fáa 2 mió + møguligan stuðul fyri seyðahúsið.
Sjóvarhagi niðaripartur er 6 merkur við uml. 260 áseyðum.
Viðv. gegninum, haldi eg, at festarin hevur fíggjarlig áhugamál í handlinum. 2 mió fyri seyðahús + 1 mió fyri mist bit = 3 mió áhugamál + møguligan stuðul frá BG.
Bergur er ikki festari, men Bergur er sonur festaran, og tí er hann ógegnigur samb. lógini.
Harafturat er Bergur, samb. facebook, áhugaður í festinum, og hevur lagt nógvar myndir av arbeiði á festinum út. Um mamman viðmælir Berg, sum festara eftir seg, verður tað vanliga fylgt. Hevur Bergur áhuga í festinum nú, verður tað nokk ikki minnið, tá nýtt seyðahús fyri 2 mió stendur uppi, og 1 mió er útgoldin.
Niðanfyri eru 4 av mongum myndum av facebook, sum vísa sambandið millum Berg og Sjóvargarð.
Um hetta sambandið hevur nakran týdning, kunnu fólk sjálvi meta um. Hetta er púra greitt í míni verð, men eg taki sjálvandi niðurstøðuna hjá kommunala eftirlitinum til eftirtektar, tá hon kemur.
Leinkja til gegnislógina: Løgtingslóg nr. 132 frá 10. juni 1993 um fyrisitingarlóg: Lógasavn
Hví eldradepil?
Tá kommunurnar løgdu saman, hevði bygdaráðið arbeitt við einum nýggjum ellisheimi. Hetta var eitt lítið heim eftir nútíðar meting, og í avtaluni stendur, at TK skal gera ein eldradepil í Kollafirði. Síðani er nógv hent í TK og ikki minni í samfelagnum annars, og eldradepilin er ikki bygdur av ymsum orsøkum. Síðst eg spurdi, vóru 16 kollfirðingar á ellisheimi. 6 í Kollafirði og 10 í Havn. Hetta talið fer, eins og allastaðni, at vaksa komandi árini.
Líka síðani kommunuvalið í ’24 eru serliga tvey evni, sum eru tikin fram av Bergi:
1) TK skal halda gjørdar avtalur.
2) Eldradepil skal byggjast á TODNESI!!
1) At TK skal halda avtalur, er sjálvsagt, men so vítt eg veit, er eingin avtala brotin. Pengarnir fyri lendið eru goldnir, men lendið er ikki tinglýst til TK enn.
2) Eg havi spurt nokk so ofta, hví eitt ellisheim hevur 1. raðfesting. Barnatalið fellur við fullari ferð, og bygdin eigur at skríggja eftir bústøðum til barnafamiljur. Í meiri enn eitt ár, fekk eg at vita frá Bergi, at tað skuldi eg slett ikki blanda meg í, tí HANN visti, hvat kollfirðingar vildu hava, og Kollafjørður hevði brúk fyri einum eldradepli á Todnesi.
Tað hevur illa borið til at práta um onnur mál, uttan at hetta hevur verið uppi og vent eisini.
Hví hjartamálið hjá Bergi knappliga skuldi flytast av Todnesi í Norðreki, skilji eg ikki, og eg havi ikki fingið nakað ordiligt argument.
Bergur veit, at tað er ikki bara bara at koma inn á lendið í Norðreki. Grannarnir eru Landsverk, Sjóvargarður, ein friðað á, og privatir matrikklar. Tað kostar tí TK nógvar nógvar pengar og nógva nógva tíð at koma á lendið.
Men samb. avtaluni sleppur Sjóvargarður at brúka lendið, TIL kommunan fer at brúka tað. Kanska er tað argumentið, sum manglar.
Eg haldi við bestu sannføring, at hetta er kjarnin í málinum.
Hvat hendir nú?
Bergur Robert Dam Jensen hevur áhuga í endurgjaldinum frá TK, og kastar samgonguni fyri, at eingin eldradepil longu er í gongd í Kollafirði. Tað er møguligt, at tað gongur ov seint – tinglesingina kann TK so einki gera við – men nú hevur hann syrgt fyri, at eldradepilin skal byggjast í Norðreki, meðan keypsavtalan við festið hjá mammuni sigur púra greitt, at lendið skal brúkast til: “bústaðarbygging og skipa trivnaðarøki á lendið”.
TK hevur skrivað undir avtaluna, og harvið bundið seg. Tað skal TK sjálvandi halda. Men Tórshavnar býráð hevur nú samtykt, at avtalan skal ikki haldast, tí eldradepil og kirkja skulu byggjast har.
Eg veit, at fólk búgva á ellisheimum, og at fólk trívast í kirkjum, men “bústaðarbygging og trivnaðarøki” er altso ikki eldradepil og kirkja.
Eg veit ikki, hvussu man fyriheldur seg, tá býráðið samtykkir at bróta eina avtalu.

Livst, so spyrst.
Guttormur í Skála
Borgaralistin.