info
Ongi úrslit
© Jewel Samad/Reuters/Ritzau Scanpix

Arabisku flokkarnir kunnu fella Netanyahu

Benjamin Netanyahu liggur á odda í uppteljingini eftir valið í Ísrael, men hann hevur ikki meiriluta. Nú heitir ein andstøðuleiðari á flokkarnar um at samstarva við arabisku flokkarnar og taka valdið.

Eirikur Lindenskov
28. oktober 2026 kl. 08:16

Hóast blokkurin hjá Benjamin Netanyahu er størstur eftir valið í Ísrael, er enn eingin greiður vinnari.

Við góðum 66 prosentum av atkvøðunum taldum stendur blokkurin hjá Netanyahu til 56 av teimum 120 sessunum í Knesset. Andstøðuflokkarnir, uttan teir arabisku flokkarnar, standa til 48 sessir, meðan tveir arabiskt leiddir flokkar standa tilsamans til 16.

Tað krevur 61 sessir at hava meiriluta.

Netanyahu manglar sostatt fimm sessir, men hevur avvíst at samstarva við arabisku flokkarnar. Tað merkir, at hann annaðhvørt má fáa stuðul úr andstøðuni ella vóna, at endaliga uppteljingin flytur fleiri sessir til hansara blokk.

Andstøðan hevur ein annan møguleika. Fær hon stuðul frá teimum 16 arabisku tinglimunum, kann hon í tølum savna ein meiriluta upp á 64 sessir.

Yair Golan, leiðari í vinstravenda flokkinum Demokratunum, heitir nú á restina av andstøðuni um at samstarva við arabisku flokkarnar.

– Vit kunnu ikki longur góðtaka rasistisku sundurbýtingina hjá Netanyahu millum jødiskar og arabiskar atkvøður, skrivar hann sambært AFP á sosiala miðlinum X.

– Vit hava eina ábyrgd og ein møguleika at skipa eina stjórn fyri broyting í samstarvi við arabisku borgararnar í Ísrael.

Men eitt slíkt samstarv kann gerast trupult. Fleiri flokkar í andstøðuni hava verið ivasamir um at gera seg bundnar av arabiskum flokkum.

Tá endaliga valúrslitið fyriliggur, fer ísraelski forsetin, Isaac Herzog, at hava samráðingar við flokkarnar. Síðan velur hann tann politikaran, sum hann metir hava bestu møguleikan at skipa stjórn. Tað nýtist ikki at vera leiðarin í størsta flokkinum.

Eydnast ongum at savna 61 tinglimir, kann Ísrael fáa eina minnilutastjórn – ella enn eitt nýval.

Stjórnarsamráðingarnar kunnu taka drúgva tíð. Eftir valið í 2022 brúkti Netanyahu 58 dagar til at skipa stjórn. Meðan samráðingarnar fara fram, heldur hann fram sum virkandi forsætisráðharri.

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

24. oktober kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Tað verður illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:16

Soleiðis sær út eftir eldin á Gomlurætt

22. oktober kl. 09:28

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Pensjónistur, sum ar­beið­ir, hev­ur meira eftir enn van­ligi løn­takarin

15 minuttir síðan
Tíðindi

Putin-ráðgevi: Mette Frede­rik­sen hev­ur uppi­bor­ið at missa Grønland

1 tími síðan
Tíðindi

Skulu klippa 629 nummarplátur

1 tími síðan
Hondbóltur

EM-mótstøðuliðini hjá Føroyum spældu venjingardystir í farnu viku

2 tímar síðan
Fótbóltur

FM heitið hjá Sigga Rag og NSÍ gevur endurljóð í Íslandi

9 tímar síðan
Hondbóltur

Skuru tapti í Västerås

10 tímar síðan
Hondbóltur

Valur vann føroyingauppgerðina í Garðabær

10 tímar síðan
Tíðindi

Løgmaður er boð­in at syngja karaoke í Finn­landi í kvøld

11 tímar síðan
Tíðindi

Miðlar: Bolsonaro farin úr Brasil eftir valtapið

11 tímar síðan
Tíðindi

Melania Trump: Vápna­hvíld­in í Ukra­ina er víðkað

12 tímar síðan
Lesarabrøv

Skal tað loysa seg at arbeiða – ella at eiga?

12 tímar síðan
Tíðindi

Kanningar á val­støð­um: Eing­in greið­ur vinn­ari í Ísrael

12 tímar síðan