Staksdagurin í Tjørnuvík hevur verið ein partur av mentanardøgunum hjá Sunda kommunu.
Leygardagin 19. september verður farið út á Stakkin eftir seyði. Hetta er ein sermerktur dagur í bygdini og samstundis er hetta byrjanin upp á heystfjøllini í Tjørnuvík.
Í ár eru 13 seyðir at taka, tveir veðrar, fýra ær og sjey lomb.
Tá komið er aftur til bygdina bjóðar Stakksnevndin døgurða til fjallfólkið. Síðan verða tríggir seyðir flettir og síðan sundurlimaðir. Hesir verða seldir í stykkjum á uppboðssøluni, sum byrjar klokkan 17.
Um onkur ætlar at keypa sær ein livandi seyð er eisini møguleiki at fáa seyðin flettan. Har eru fleiri menn, sum standa klárir at fletta eftir uppboðssøluna.
Bygdarhúsið skipar eisini fyri ymiskum, eitt nú verður tombola aftan á uppboðssøluna.
Dagurin endar við almennum dansi í bygdarhúsinum, upplýsir Staksnevndin í Tjørnuvík.