Tað skrivar Børsen, sum hevur upplýsingarnar frá fleiri sentralum stjórnarkeldum og einum stjórnaruppriti.
Ætlanin er, at ferðafólk skulu rinda 20 danskar krónur eyka fyri hvørja gisting í Keypmannahavn og Aarhus. Harumframt ætlar stjórnin at leggja eitt gjald á ferðamannaskip.
Nýggju avgjøldini eru ikki partur av stjórnargrundarlagnum og hava ikki áður verið alment kend. Peningurin skal millum annað vera við til at fíggja skattalættar, sum stjórnin ætlar at leggja fram í heyst.
Millum stóru broytingarnar er ætlanin at avtaka bæði millumskattin og sokallaða topp-topp-skattin. Eisini skal partafelagsskatturin lækka úr 22 niður í 19 prosent stigvíst yvir trý ár.
Harumframt ætlar stjórnin at hækka hámarkið á partabrævauppsparingini upp í 500.000 krónur.
Hinvegin eru fleiri skattahækkingar og avmarkingar eisini á skránni. Millum annað skal rentufrádrátturin avmarkast til 150.000 krónur hjá støkum og 300.000 krónur hjá pørum. Arvaavgjaldið skal eisini hækkast fyri búgv, sum eru meira enn 10 milliónir krónur verd.
Sambært Børsen fíggja nýggju skattirnir og avgjøldini tó ikki allar skattalættarnar. Tí ætlar stjórnin eisini at brúka av fíggjarliga rásarúminum – umleið 1,5 milliardir krónur í 2027, vaksandi til umleið tvær milliardir krónur í 2029.
Danska stjórnin er ein minnilutastjórn, og tí krevst undirtøka frá øðrum flokkum, skulu ætlanirnar fremjast.
Stjórnin er mannað av Javnaðarflokkinum, SF, Moderatunum og Radikala Vinstra. Roknað verður við, at hon fer at royna at fáa borgarligar flokkar við í eina avtalu um skattabroytingarnar.
/Ritzau/