info
Ongi úrslit

Effo hevur keypt oljufelag í Hirtshals

Effo hevur keypt Hirtshals Marineolie og Hirtshals Fiskernes Handelsselskab. Keypið styrkir støðuna hjá Effo í Danmark og økir bæði oljugoymsluna, veitingarmøguleikarnar og tænastustøðið hjá felagnum.

Eirikur Lindenskov
15. september 2026 kl. 15:58

Effo hevur við virknaði frá í dag keypt Hirtshals Marineolie og Hirtshals Fiskernes Handelsselskab.

Keypið verður framt gjøgnum Carl Jensens Marinelager, sum Effo eigur saman við vinnulívsfólkum í Hirtshals. Í sambandi við keypið broytir Carl Jensens Marinelager navn til Effo Danmark, og samlaða virksemið í Danmark verður frameftir rikið undir hesum navni.

Effo hevur longu eitt gott grundarlag í Hirtshals, og við keypinum verður virksemið munandi styrkt. Effo Danmark fær nú størri oljugoymslur í Danmark, bunkringsbátar og tangabilar. Hetta gevur felagnum betri møguleikar at veita kundum eina breiðari og smidligari tænastu bæði á sjógvi og landi. Samstundis skapar samanleggingin møguleikar fyri at gagnnýta førleikar og kapasitet tvørtur um virksemið og við tíðini víðka bæði vøruúrval og tænastur í Danmark.

– Keypið gevur okkum møguleika at byggja víðari á tað góða grundarlagið, sum longu er lagt í feløgunum. Vit hava stóra virðing fyri tí, sum Hirtshals Marineolie og Hirtshals Fiskernes Handelsselskab hava bygt upp gjøgnum árini. Við teirra royndum, tænastum og virksemi fáa vit størri oljugoymslur, bunkringsbátar og fleiri tangabilar. Tað ger okkum enn betur før fyri at veita kundum okkara eina góða og álítandi tænastu, sigur Gunnar Nielsen, stjóri í Effo.

Hirtshals er ein týðandi havn fyri bæði fiskivinnu og sjóvinnu, og Effo sær góðar møguleikar fyri at menna virksemið víðari við støði í býnum. Við Effo Danmark verður virksemið savnað undir einum felags navni og einum sterkari grundarlagi.

Fakta
Um Effo Effo er eitt føroyskt orkufelag við høvuðssæti í Tórshavn og hevur 250 starvsfólk. Felagið hevur meira enn 100 ár á baki og kom aftur á føroyskar hendur, tá ið tað varð keypt frá Statoil í 2007. Í 2009 fekk felagið navnið Effo, sum sipar til Føroya Orkufelag. P/F Effo eigur helvtina av Vindrøkt, sum eigur vindorkuverkið á Gellingarkletti og vindmyllurnar á Mýrunum í Vestmanna. Á Gellingarkletti standa seks Vestas V117-vindmyllur, sum framleiða umleið 100 GWh um árið. Vindrøkt var í 2003 fyrsta felagið at seta upp vindmyllur á handilsligum grundarlagi í Føroyum.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

Í gjár kl. 07:59

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Stór mótmælir um alt Týskland

12. september kl. 22:42

Myndir: Tingfundur 10.09.26

10. september kl. 20:06

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

4 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Tíðindi

»Lokkarin í nýggjum klæðum«

35 minuttir síðan
Tíðindi

Almannaverkið fær undantak: Keypir bensinbil í staðin fyri elbil

41 minuttir síðan
Tíðindi

Staksdagurin verður í Tjørnuvík leygardagin

43 minuttir síðan
Tíðindi

Danmark ætlar at seta ferða­fólka­skatt á gist­ing og ferða­manna­skip

1 tími síðan
Tíðindi

Akustiskar konsertir við Elinborg

3 tímar síðan
Nøvn

Kári og Poula 90 ár

4 tímar síðan
Tíðindi

14,2 milliardir útgoldnar í lønum – vøksturin 6,3 prosent

4 tímar síðan
Tíðindi

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

4 tímar síðan
Tíðindi

Barnaverndartænasta opið hús

5 tímar síðan
Tíðindi

Norröna sparir upp í 26 tons av CO₂ um vikuna við landstreymi í Íslandi

5 tímar síðan
Tíðindi

Búskaparráðið leggur fram frágreiðing um fíggjarpolitiskt haldføri

5 tímar síðan
Tíðindi

Vil styrkja sambondini við Brasil

5 tímar síðan