Á Faroese Music Awards 2026 fekk Elinborg heiðurin sum Ársins tónaskald, ein viðurkenning fyri hennara arbeiði og serstaka íkast til føroyska tónleikalívið.
Nú bjóðar Elinborg áskoðarunum inn til nakrar serligar og inniligar konsertir, har tónleikurin verður tikin heilt niður í kjarnuna. Saman við Biritu Dam, Kristinu á Váli og Ólavi Gaard hevur hon endurtulkað løgini úr 'Í Ævir' og latið teimum nýtt lív í einum einfaldari og meira akustiskum hami, saman við strúkarum og guitar.
Hugskotið er at koma tættari upprunanum og spæla løgini, soleiðis sum tey ljóðaðu, tá tey vórðu skapt. Í hesum nýggja sniði fær tónleikurin meira rúm at anda, og samspælið millum Elinborg og teir dugnaligu tónleikararnar gevur løgunum nýggjar litir og dýpd.
Hetta verða konsertir, har fokus er á sjálvan tónleikin, løgini og frásøguna, ein innilig og nærverandi útgáva av 'Í Ævir', har Elinborg fer heilt inn í kjarnuna av sínum egna tónleikaheimi.
Yvirlit yvir konsertirnar:
19 Septembur: Hoyma (Syðrugøtu)
2 Oktobur: Listasavnið (Tórshavn)
21 Novembur: Listastovan (Miðvági)
16 Januar: Norðurlandahúsið - klingran (Tórshavn)
6 Februar: Testovan (Klaksvík)