info
Ongi úrslit

Álvaratos Rósa, eg taki námsfrøðina í størsta álvara!

Rógvi Nybo, valevni fyri Tjóðveldi
25. november 2022 kl. 10:39

Rósa Samuelsen leggur í lesarabrævi meg undir at vilja undirgrava námsfrøðiútbúgvingina. Einki kundi verið meira skeivt!

Eg taki námsfrøðina og námsfrøðiútbúgvingina í størsta álvara. Arbeiði sjálvur á barna- og ungdómsøkinum og síggi tí dagliga, hvussu stóran tørv vit hava á fleiri fakfólkum á dagstovnaøkinum. Bæði námsfrøðingum og hjálparfólkum, sum heldur enn fegin vildu tikið hjálparfólka- ella námsfrøðiútbúgving, um vit sum samfelag bara vildu givið teimum møguleikarnar.

Men her hevur sitandi samgonga og Mentamálaráðið verið allarstørsta forðingin, hóast vit hava kannað og lýst fleiri møguleikar fyri at fáa styrkt fakligheitina á økinum. Vaksnamannalæru, fjarlestur, nýggja hjálparfólkaútbúgving og samstarv við námsfrøðihjálparaútbúgvingina á Heilsuskúlanum og so framvegis. Men einki hevur borið til, hóast vit hava skríggjað eftir at fáa fleiri námsfrøðingar og størri fakligheit inn á økið.

Ikki fyrr enn tá tað í summar var tikin avgerð um at taka ein eyka flokk av námsfrøðilesandi upp – ein avgerð, sum má og skal førast út í lívið!

Námsfrøðiútbúgvingin á Fróðskaparsetrinum er sera góð og vit skulu seta øll segl fyri at styrkja um hana. Lat ongan iva vera um tað.

Í dag hava vit eina námsfrøðihjálparaútbúgving, sum ikki gevur atgongd til at lesa til námsfrøðing. Tað eiga vit at gera betri. Til dømis við at lyfta ta útbúgvingina longri upp, soleiðis at hon kann geva atgongd til at lesa til námsfrøðing.

Á valfundi í Vestmanna var eitt av evnunum, hvussu vit kunnu tryggja, at okkara útbúgvingar nøkta tann tørvin vit hava í samfelagnum.

Til hetta svaraði eg, at vit altíð eiga at tora at hyggja at, um okkara útbúgvingar og upptøkukrøv eru sett rætt saman til okkara tørv. Og nevndi eg til dømis, um námsfrøðiútbúgvingin skuldi verið ein professiónsbachelor, eins og hon er í Danmark, heldur enn ein universitetsbachelor, sum hon er í Føroyum.

Orsøkin til at eg tók júst námsfrøðiútbúgvingina upp er, júst tí at eg taki námsfrøðina í størsta álvara, og at vit tí eiga at tora at hyggja at, um vit gera nokk og um vit gera rætt. Og um nóg nógv hava atgongd til at lesa til námsfrøðing.

Námsfrøðiliga økið liggur liggur mær nær, tí eg dag og dagliga arbeiði fyri at styrkja um námsfrøðiliga arbeiðið í Føroya størstu kommunu.

Námsfrøðiliga økið liggur mær eisini nær, tí eg havi stríðst fyri – og havi fingið – hægri normering á dagstovnarnar í Sunda kommunu.

Námsfrøðina taki eg í størsta álvara og mítt úttalilsi sprettur júst burturúr ynskinum um at styrkja og menna økið í Føroyum.

Tað hava vit brúk fyri og tað skylda vit okkara børnum!

Rógvi Nybo

Tjóðveldi

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

Í gjár kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Tað verður illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:16

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

19 minuttir síðan
Tíðindi

TEENS á Naxos

36 minuttir síðan
Tíðindi

Oxford Street verður gongugøta

50 minuttir síðan
Tíðindi

Hoyvíkar Kirkja 19 ár

1 tími síðan
Tíðindi

Kanna viðgerð­ir á Rík­is­sjúkra­húsi­num

1 tími síðan
Tíðindi

Vilja hava nýggja ætlan móti kynsligum brotsverkum

2 tímar síðan
Tíðindi

Keypið av Biritu er hjá Kapp­ing­ar­eftir­liti­num

3 tímar síðan
Fótbóltur

Fýra stig til AB og fýra stig til Skála ÍF

3 tímar síðan
Tíðindi

Løgreglan fer nú at klippa nummarplátur av 629 bilum

4 tímar síðan
Tíðindi

FAKTA: 470 sessir skulu býtast í Kongressini

5 tímar síðan
Fótbóltur

Fimm stig til Víking og tvey stig til EB/Streym

5 tímar síðan
Tíðindi

Stena AB gjørt avtalu um at keypa Color Line

5 tímar síðan