info
Ongi úrslit

Hoyvíkar Kirkja 19 ár

Allahalgannasunnudagur er vígsludagur Hoyvíkar kirkju. Kirkjan, ið enn er nýggjasta kirkjan í Føroyum, varð vígd í 2007 og hevur sostatt í 19 ár verið karmur um lívið hjá fólki í gleði og sorg.

Eirikur Lindenskov
26. oktober 2026 kl. 19:54

Hendan vikan verður merkt av, at hoyvíkingar frøast um kirkju sína.

Týskvøldið 27. oktober kl. 19 verður konsert við kórinum Xperiment. Xperiment er rútmiskt kór, ið m.a. tulkar føroyskar vísur og kvæði. Frumframførsla verður eisini á skránni.

Mikukvøldið 28. oktober kl. 17.30 verður Skrúvuguðstænasta. Bergtórur sigur frá eini søgu, og síðani verður boðið til lasanju.

Mikukvøldið 28. oktober kl. 19.30 verður Miðvika við heitinum "Camino Primitivo". Malan Johansen og Teitur Heindriksson greiða frá gongutúri í Norðurspaniu. Sum tey sjálv siga: - Hetta er okkara máti at hátíðarhalda, at vit bæði verða 60 í ár.

Sunnumorgunin 1. november, allahalgannasunnudag, bjóðar kirkjuráðið øllum til morgunmat í Kirkjukjallaranum kl. 10. Farið verður til guðstænastu kl. 11, har prestarnir báðir Bergtórur og Theodor skipa guðstænastuna. Kórið Brak syngur. Brak er mannað við fólki í ymsum aldri og framførir m.a. sangir í gospelstíli.

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

Í gjár kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Tað verður illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:16

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

16 minuttir síðan
Tíðindi

TEENS á Naxos

33 minuttir síðan
Tíðindi

Oxford Street verður gongugøta

47 minuttir síðan
Tíðindi

Kanna viðgerð­ir á Rík­is­sjúkra­húsi­num

1 tími síðan
Tíðindi

Vilja hava nýggja ætlan móti kynsligum brotsverkum

2 tímar síðan
Tíðindi

Keypið av Biritu er hjá Kapp­ing­ar­eftir­liti­num

3 tímar síðan
Fótbóltur

Fýra stig til AB og fýra stig til Skála ÍF

3 tímar síðan
Tíðindi

Løgreglan fer nú at klippa nummarplátur av 629 bilum

4 tímar síðan
Tíðindi

FAKTA: 470 sessir skulu býtast í Kongressini

5 tímar síðan
Fótbóltur

Fimm stig til Víking og tvey stig til EB/Streym

5 tímar síðan
Tíðindi

Stena AB gjørt avtalu um at keypa Color Line

5 tímar síðan
Tíðindi

Wolfgang í Gulu Smiðju

6 tímar síðan