Ein deild á Ríkissjúkrahúsinum skal nú kannast av uttanhýsis serfrøðingum, eftir at stúran er reist um fakliga støðið og sjúklingatrygdina.
Talan er um deildina fyri transplantatión og sjúkur í sodningarlagnum. Hon er millum annað tann einasta í Danmark, sum ger livurstransplantatiónir.
Kanningin skal lýsa, um reglur um skráseting av royndarviðgerðum og kunning og luttøku hjá sjúklingum eru hildnar. Hetta fevnir millum annað um transplantatión av brisi.
Tað upplýsa formaðurin í høvuðsstaðarregionini, Lars Gaardhøj, og regionsráðslimurin Christoffer Buster Reinhardt eftir fund við sjúkrahúsleiðsluna í dag.
Málið kemur í kjalarvørrinum á, at fleiri læknar eru farnir úr starvi ella tiknir úr tænastu.
Sambært DR sendu fimm yvirlæknar eitt stúranarskriv, eftir at tveir skurðlæknar vóru farnir av deildini. Tríggir av teimum fimm vórðu síðani sendir heim og gevast nú heilt á sjúkrahúsinum.
Leiðslan hevur tryggjað regionspolitikarunum, at deildin framvegis hevur neyðuga kapasitetin og góðskuna til at viðgera sjúklingarnar.
Lars Gaardhøj undirstrikar, at ov tíðliga er at siga, um reglurnar eru brotnar.
/Ritzau/