16 ára gamli Andrias Edmundsson á Toftum hevur í dag skrivað undir sáttmála, sum bindir hann í tvey ár at Sunderland, sum spælir í næstbestu deildini í Onglandi. Tað veit facebook síðani hjá Tofta Ítróttarfelag at siga.
Andrias er í Sunderland, har sáttmálin er undirskrivaður. Talan er um sáttmála, sum verður galdandi beinanvegin.
Andrias Edmundsson er føddur átjanda desember í 2000 og er harvið sekstan ára gamal.
Talan er um lærlingasáttmála. Hetta er sama slag av sáttmála, sum eldri beiggi hansara, Jóan Símun Edmundson, sum nú er á besta liðnum hjá OB í superliguni, í síni tíð hevði við Newcastle.
Andrias Edmundsson er miðverji og miðvallari, og hann hevur higartil í ár spælt á besta liðnum hjá B68, sum kappast í næstbestu deildini.
Andrias Edmundsson var fastur maður á U-17 landsliðnum, sum í mai mánað luttók í EM endaspælinum, sum var í Kroatia. Hann var í miðverjuni í øllum trimum dystunum - ímóti Skotlandi, Fraklandi og Ungarn.
Andrias fer til Sunderland Andrias fer til Sunderland
16 ára gamli toftamaðurin hevur skrivað tvey ára sáttmála við eingilska felagið
info
Jóannes Hansen
18. august 2017 kl. 18:06
Mest lisið hesa vikuna
Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr
12. oktober kl. 00:01
Simme Musikkhús heldur fram
10. oktober kl. 11:24
Vembur og avroð slongd eftir Argjavegnum
11. oktober kl. 21:48
Sjúrður yrkir á Fólkatingi
9. oktober kl. 08:56
Veðurstovan um illveðrið mikudagin
Í gjár kl. 12:21
Nú er Einar Johannessen stjóri í Eysturlon
Í gjár kl. 11:38
Fleiri tíðindi
Tíðindi
Zelenskyj hittir Burnham í London mikudagin
4 tímar síðan
Fótbóltur
Champions League: Viking Stavanger framdi stórt bragd móti Bayern München
7 tímar síðan
Tíðindi
John í Skemmuni talar í Betesda mikukvøldið
7 tímar síðan
Tíðindi
Átta frystilínuskip fiska í føroyskum sjógvi
7 tímar síðan
Tíðindi
Pávin skurðviðgjørdur fyri lungnakrabba
7 tímar síðan
Tíðindi
Veljarar í Georgia eru farnir at atkvøða
7 tímar síðan
Tíðindi
Partrolarar og lemmatrolarar hava smáligan fiskiskap
7 tímar síðan
Fótbóltur
William Rygaard leingir við B36
7 tímar síðan
Hondbóltur
European League: Valur vann - TTH Holstebro og Mors-Thy taptu
8 tímar síðan
Tíðindi
Fyrrverandi bandeleiðari fær minst 40 ára fongsul fyri drápið á Tupac
9 tímar síðan
Tíðindi
Ringasta veðrið kemur í tveimum umførum í morgin
11 tímar síðan
Tíðindi
Trump hevur givið sendikvinnuni í Grikkalandi sekkin
11 tímar síðan