info
Ongi úrslit

Zelenskyj hittir Burnham í London mikudagin

Bretski forsætisráðharrin slær fast, at Bretland fer at stuðla Ukraina so leingi, sum landið hevur brúk fyri hjálp

Vilmund Jacobsen
14. oktober 2026 kl. 01:49

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj og bretski forsætisráðharrin, Andy Burnham, fara at hittast í London í morgin, mikudagin.

Bretland lovar Ukraina nýggjar loftverjurakettir fyri umleið 386 milliónir krónur í okkara peningi.

Tað hevur Andy Burnham sagt.

Fundurin millum Zelenskyj og Burnham kemur í lag stutt eftir, at amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur sagt, at ukrainski forsetin eigur at verða skiftur út.

Somuleiðis kemur fundurin eftir, at amerikanski forsetin hevur gjørt eina sonevnda diesel-avtalu við Russland.

Sambært NTB-tíðindastovuni slær bretski forsætisráðharrin fast, at Bretland fer at stuðla Ukraina so leingi, sum landið hevur brúk fyri hjálp.

Vit kunnu leggja aftrat, at týskvøldið leyp Russland aftur á ukrainska høvuðsstaðin, Kyiv, við ballistiskum rakettum.

Borgarstjórin í Kyiv, Vitali Klitschko, sigur, at russiskar rakettir hava rakt eini háhús í býnum, og bjargingarlið eru á veg á staðið.

Í løtuni er ógreitt, um sivilfólk eru deyð ella særd í russisku álopunum á ukrainska høvuðsstaðin.

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

9. oktober kl. 08:56

Veðurstovan um illveðrið mikudagin

Í gjár kl. 12:21

Nú er Einar Johannessen stjóri í Eysturlon

Í gjár kl. 11:38

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Champions League: Viking Stavanger framdi stórt bragd móti Bayern München

3 tímar síðan
Tíðindi

John í Skemmuni talar í Betesda mikukvøldið

4 tímar síðan
Tíðindi

Átta frysti­línu­skip fiska í før­oysk­um sjógvi

4 tímar síðan
Tíðindi

Pávin skurðviðgjørdur fyri lungnakrabba

4 tímar síðan
Tíðindi

Veljarar í Georgia eru farnir at atkvøða

4 tímar síðan
Tíðindi

Partrolarar og lemmatrolarar hava smáligan fiskiskap

4 tímar síðan
Fótbóltur

William Rygaard leingir við B36

4 tímar síðan
Hondbóltur

European League: Valur vann - TTH Holstebro og Mors-Thy taptu

4 tímar síðan
Tíðindi

Fyrrverandi bande­leið­ari fær minst 40 ára fongs­ul fyri drápið á Tupac

5 tímar síðan
Tíðindi

Ringasta veðrið kem­ur í tveim­um um­før­um í morgin

7 tímar síðan
Tíðindi

Trump hevur givið sendikvinnuni í Grikkalandi sekkin

8 tímar síðan
Fótbóltur

Besti leikarin í september: Jensa, Birna ella Durita?

8 tímar síðan