Fimm partrolarapør eru í løtuni til fiskiskap, og skipini koma inn at landa, sum henda vikan gongur.
- Partrolararnir hava smáligan fiskiskap, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.
Tveir djúpvatnstrolarar eru á ísfiskaveiði á Íslandsrygginum, har teir fiska tosk. Teir fáa eisini nakað av kongafiski og blálongu.
- Djúpvatnstrolararnir hava smáligan fiskiskap, men væntandi koma báðir inn at landa fyrst í hesi vikuni.
Lagt verður aftrat, at tveir ísfiskatrolarar fiska svartkalva og annan djúpvatnsfisk, og tveir frystitrolarar eru eisini til fiskiskap.
Nú øtlar hann veðrið, men í gjár vistu tey á Fiskamarknaði Føroya at siga, at ein av teimum smáu trolbátunum var norðanfyri, har teir fingu hýsu, tosk og so nakað av flatfiski.
- Væntandi kemur trolbáturin inn at landa miðskeiðis í hesi vikuni. Hinir allir trolbátarnir liggja við bryggju.
At enda verður sagt, at trý garnaskip fiska svartkalva, og allir koma inn at landa í vikuni. Garnaskipini hava brúkiligan fiskiskap.