Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at átta frystilínuskip fiska í føroyskum sjógv. Skipini fáa eina blanding av hýsu, toski og so nakað av longu og brosu.
- Eitt frystilínuskip er í Eysturgrønlandi og fiskar svartkalva, verður lagt aftrat.
Ísfiskalínuskipið hevur ligið við bryggju, men fór ætlandi útaftur síðsta vikuskiftið. Ætlanin var, at ísfiskalínuskipið, sum fiskar mest hýsu og tosk, kemur inn at landa síðst í hesi vikuni.
- Streymurin er harður fyrst í hesi vikuni, men batnar, sum vikan gongur. Veðrið verður vánaligt, og tí verður ikki roknað við nøkrum serligum útróðri.
Á Fiskamarknaði Føroya leggja tey aftrat, at útróðrarbátar fáa mest av hýsu og so nakað av toski.