info
Ongi úrslit
© John Locher/Reuters.
Duane Davis kemur til rættarbygningin í Las Vegas, har revsingin varð ásett týsdagin. Hann er dømdur millum 40 ára fongsul og lívlangt fongsul fyri drápið á Tupac Shakur.

Fyrrverandi bande­leið­ari fær minst 40 ára fongs­ul fyri drápið á Tupac

Duane »Keffe D« Davis er dømdur millum 40 ára fongsul og lívlangt fongsul fyri drápið á rapparan Tupac Shakur í 1996. Hann ætlar at kæra dómin.

Eirikur Lindenskov
13. oktober 2026 kl. 20:45

Ein dómstólur í Las Vegas hevur týsdagin dømt fyrrverandi bandeleiðaran Duane »Keffe D« Davis millum 40 ára fongsul og lívlangt fongsul fyri drápið á Tupac Shakur.

Tað skrivar tíðindastovan Reuters.

63 ára gamli Davis varð í august funnin sekur í drápi. Týsdagin varð revsingin ásett í málinum, sum í nærum 30 ár hevur verið eitt av kendastu óuppkláraðu drápsmálunum í USA.

Tupac Shakur, eisini kendur undir listamannanavninum 2Pac, varð skotin úr einum bili í Las Vegas 7. september 1996. Hann doyði nakrar dagar seinni, bert 25 ára gamal.

Hann verður roknaður sum ein av teimum rapparunum, ið hava havt størsta ávirkan á tónleikaslagið.

Ákæruvaldið hevur lagt Davis undir at hava staðið á odda fyri at leggja drápið til rættis. Sambært ákæruni var talan um hevnd fyri, at Shakur og fleiri onnur sama kvøld høvdu lopið á bróðurson Davis á einum kasino í Las Vegas.

Davis varð ikki handtikin fyrr enn í 2023.

Løgreglan hevur upplýst, at hon leingi hevði havt illgruna um hansara leiklut, men at prógvini ikki vóru nóg sterk til at reisa ákæru, fyrr enn hann sjálvur greiddi frá í miðlunum og í endurminningum sínum.

Hesar almennu útsagnirnar og upptøkur hjá kanningarfólkunum vóru millum høvuðsprógvini í málinum.

Verjin hjá Davis hevur ført fram, at útsagnirnar bert vóru reyp, sum onnur prógv ikki stuðlaðu.

Undir rættarmálinum spældi ákæruvaldið fleiri tímar av upptiknum samrøðum. Á teimum greiddi Davis frá, at hann var í øðini eftir álopið á bróðursonin.

Sambært frágreiðing hansara koyrdu hann og tríggir aðrir menn, teirra millum bróðursonurin, út í einum hvítum Cadillac at leita eftir Shakur.

Davis greiddi frá, at hann rætti eina pistól aftur á baksetrið. Tá teir fingu eyga á bilin hjá Shakur, fór annar av teimum báðum monnunum á baksetrinum at skjóta.

Ákæruvaldið hevur ikki navngivið mannin, sum skal hava latið skotini av. Hóast Davis nú er dømdur, er sostatt ikki endaliga staðfest, hvør skeyt rapparan.

Hinir tríggir menninir, sum vóru í bilinum saman við Davis, eru allir deyðir.

Davis hevur noktað seg sekan. Sambært lóggávuni í Nevada kann hann tó verða dømdur fyri dráp, hóast tað ikki var hann sjálvur, sum skeyt. Hann hevði frammanundan boðað frá, at hann ætlar at kæra dómin.

Í 1990-árunum var Davis leiðari fyri Southside Compton Crips, einum banda úr Los Angeles-økinum. Hann var í stríði við Mob Piru, sum hevði samband við Shakur og plátufelag hansara, Death Row Records.

Drápið á Shakur gjørdist eitt vegamót í rappsøgu og gav stríðnum millum rapparar á amerikansku eystur- og vesturstrondini enn størri ans.

Ritzau

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

Í gjár kl. 00:01

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

Í gjár kl. 21:48

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

9. oktober kl. 08:56

Veðurstovan um illveðrið mikudagin

Í gjár kl. 12:21

Nú er Einar Johannessen stjóri í Eysturlon

Í gjár kl. 11:38

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Ringasta veðrið kem­ur í tveim­um um­før­um í morgin

2 tímar síðan
Tíðindi

Trump hevur givið sendikvinnuni í Grikkalandi sekkin

2 tímar síðan
Fótbóltur

Besti leikarin í september: Jensa, Birna ella Durita?

3 tímar síðan
Tíðindi

42 prosent av útgjaldinum fara til útlendingar

4 tímar síðan
Tíðindi

Nasa setir koyrimet á Mars

4 tímar síðan
Tíðindi

Smyril avlýsir fýra túrar í morgin

4 tímar síðan
Tíðindi

Minnist til at tryggja leysar lutir

5 tímar síðan
Fótbóltur

U17-kvinnurnar taptu stórt fyri Lettlandi

6 tímar síðan
Tíðindi

Róland Toftum tikið sæti í Vágs býráði

6 tímar síðan
Tíðindi

Fekk ikki und­ir­tøku fyri at skilja Før­oya Tele sundur

6 tímar síðan
Tíðindi

Vísa hvar vatnið kann standa hægst

7 tímar síðan
Tíðindi

Flogfar tikið úr flúgving tí fólk vórðu bitin av veggjadýrum

7 tímar síðan