info
Ongi úrslit

William Rygaard leingir við B36

William Rygaard kom til B36 úr AGF í summar

Mynd: B36
Heri Á. Simonsen
13. oktober 2026 kl. 22:15

William Rygaard verður aftur at síggja í B36-búnanum komandi kappingarár.

B36 skrivar á facebookvanga sínum:

- William Rygaard verður eisini í B36 í 2027 og 2028. Sáttmálin var undirskrivaður í kvøld.

19 ára gamli framherjin kom til Føroya í summar, og framstigini hava verið sjónlig hesa tíðina.

- Eg trívist sera væl í Føroyum, og eg eri fegin um møguleikan at halda fram í B36. Eg eri spentur og sannførdur um, at vit fara at menna okkum sum hópur, og bæði persónliga og fótbóltsliga taki eg meg nógv fram hvønn dag, sigur hann.

William Rygaard kom til B36 úr AGF í summar. Har vóru fótbóltsevnini eyðsýnd, hóast tað var trupult at fáa spælitíð í danska meistarafelagnum.

Hann er ein ungur og kroppstórur framherji við stórum menningarmøguleikum, sum eisini skal fáa tíð at venja seg við nýggjar umstøður, heldur Jákup á Borg, høvuðsvenjari.

- William arbeiðir beinhart hvønn dag, hann er viljasterkur, og hann er ein góður og stuðlandi liðfelagi. Í dystum rennur hann eisini í røttu støðurnar, og tað er bara spurningur um tíð, áðrenn hol kemur á málskjótingina. Ungir spælarar skulu fáa álit og tol, og vit ivast ikki í, at hann fer at mennast nógv her hjá okkum, sigur Jákup á Borg. Skrivar B36.

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

Í gjár kl. 00:01

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

9. oktober kl. 08:56

Veðurstovan um illveðrið mikudagin

Í gjár kl. 12:21

Nú er Einar Johannessen stjóri í Eysturlon

Í gjár kl. 11:38

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Champions League: Viking Stavanger framdi stórt bragd móti Bayern München

8 minuttir síðan
Tíðindi

John í Skemmuni talar í Betesda mikukvøldið

11 minuttir síðan
Tíðindi

Átta frysti­línu­skip fiska í før­oysk­um sjógvi

12 minuttir síðan
Tíðindi

Pávin skurðviðgjørdur fyri lungnakrabba

31 minuttir síðan
Tíðindi

Veljarar í Georgia eru farnir at atkvøða

34 minuttir síðan
Tíðindi

Partrolarar og lemmatrolarar hava smáligan fiskiskap

35 minuttir síðan
Hondbóltur

European League: Valur vann - TTH Holstebro og Mors-Thy taptu

58 minuttir síðan
Tíðindi

Fyrrverandi bande­leið­ari fær minst 40 ára fongs­ul fyri drápið á Tupac

2 tímar síðan
Tíðindi

Ringasta veðrið kem­ur í tveim­um um­før­um í morgin

4 tímar síðan
Tíðindi

Trump hevur givið sendikvinnuni í Grikkalandi sekkin

4 tímar síðan
Fótbóltur

Besti leikarin í september: Jensa, Birna ella Durita?

4 tímar síðan
Tíðindi

42 prosent av útgjaldinum fara til útlendingar

6 tímar síðan