info
Ongi úrslit
© Handout/Ritzau Scanpix.
Leo XIV pávi heilsar upp á fólk, tá hann týsdagin kemur til Gemelli-sjúkrahúsið í Rom. Skurðviðgerðin gekk væl, upplýsir Vatikanið.

Pávin skurðviðgjørdur fyri lungnakrabba

Skurðviðgerðin hjá Leo XIV páva gekk væl og uttan trupulleikar, upplýsir Vatikanið. Niðasti parturin av høgra lunga varð tikin burtur.

Eirikur Lindenskov
13. oktober 2026 kl. 22:22

Leo XIV pávi varð týsdagin skurðviðgjørdur á Gemelli-sjúkrahúsinum í Rom. Undir skurðviðgerðini staðfestu læknarnir lungnaadenokarsinom, sum er eitt vanligt slag av lungnakrabba.

Tað upplýsir Vatikanið í eini fráboðan, sambært tíðindastovuni Reuters.

71 ára gamli pávin varð innlagdur fyri at fáa ein knykil í lunguni tiknan burtur. Knykilin høvdu læknarnir funnið undir eini nýligari heilsukanning.

Sambært AFP sigur Vatikanið, at skurðviðgerðin staðfesti illgrunan um lungnakrabba, sum kanningarnar frammanundan høvdu givið.

Skurðviðgerðin vardi umleið hálvan annan tíma og gekk væl uttan trupulleikar.

– Fyri at tryggja, at nóg mikið varð tikið burtur, varð niðasti partuin av høgra lunga tikin burtur, upplýsir Vatikanið.

Pávin vaknaði sum vanligt eftir skurðviðgerðina og hvílir seg nú á sjúkrastovuni. Roknað verður við, at hann verður á sjúkrahúsinum í eina viku.

Enn er ikki greitt, um krabbin hevur breitt seg. Ein ónevnd kelda í Vatikaninum sigur við AFP, at fleiri kanningar verða gjørdar.

Allar móttøkur hjá pávanum eru avlýstar fram til 20. oktober. Eftir ætlan skal hann á eina 11 daga ferð til Uruguay, Argentina og Peru frá 6. til 17. november.

Hetta er fyrstu ferð, at Leo XIV hevur havt ein álvarsligan heilsutrupulleika í teimum 17 mánaðunum, hann hevur verið pávi.

Hann er kropsliga virkin og dámar serliga væl at spæla tennis. Hann roykir ikki og hevur sambært tíðindunum ikki áður havt heilsutrupulleikar.

Undanmaður hansara, Frans pávi, var fleiri ferðir innlagdur seinastu árini av lívi sínum. Hann doyði í apríl 2025, 88 ára gamal.

/ritzau/

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

Í gjár kl. 00:01

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

9. oktober kl. 08:56

Veðurstovan um illveðrið mikudagin

Í gjár kl. 12:21

Nú er Einar Johannessen stjóri í Eysturlon

Í gjár kl. 11:38

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Champions League: Viking Stavanger framdi stórt bragd móti Bayern München

7 minuttir síðan
Tíðindi

John í Skemmuni talar í Betesda mikukvøldið

10 minuttir síðan
Tíðindi

Átta frysti­línu­skip fiska í før­oysk­um sjógvi

11 minuttir síðan
Tíðindi

Veljarar í Georgia eru farnir at atkvøða

33 minuttir síðan
Tíðindi

Partrolarar og lemmatrolarar hava smáligan fiskiskap

34 minuttir síðan
Fótbóltur

William Rygaard leingir við B36

37 minuttir síðan
Hondbóltur

European League: Valur vann - TTH Holstebro og Mors-Thy taptu

57 minuttir síðan
Tíðindi

Fyrrverandi bande­leið­ari fær minst 40 ára fongs­ul fyri drápið á Tupac

2 tímar síðan
Tíðindi

Ringasta veðrið kem­ur í tveim­um um­før­um í morgin

4 tímar síðan
Tíðindi

Trump hevur givið sendikvinnuni í Grikkalandi sekkin

4 tímar síðan
Fótbóltur

Besti leikarin í september: Jensa, Birna ella Durita?

4 tímar síðan
Tíðindi

42 prosent av útgjaldinum fara til útlendingar

5 tímar síðan