info
Ongi úrslit

European League: Valur vann - TTH Holstebro og Mors-Thy taptu

Tað gekk misjavnt hjá føroyingaliðunum í kvøld

Heri Á. Simonsen
13. oktober 2026 kl. 21:55

Trý føroyingalið vóru í leiki í EHF European League í kvøld.

Bjarni í Selvindi (myndin), Allan Norðberg og liðfelagarnir í Vali vunnu í innleiðandi bólki H ein flottan 38-34 sigur á ungarska liðnum, Tatabanya. Í steðginum var støðan javnleikur 16-16.

Bjarni skoraði sjey mál upp á 12 málroyndir, og hann var næstbesti málskjúttin hjá Vali. Allan hevði tríggjar málroyndir, men eingin sat í netinum.

Í sama bólki taptu Magnus Árason og liðfelagarnir í Mors-Thy á heimavølli 30-36 fyri slovenska liðnum, Slovan Ljubljana. Í steðginum var útiliðið á odda 17-14. Magnus hevði tvær málroyndir, men hevði ikki eydnuna við sær.

Aftaná trý umfør er Slovan fremst við seks stigum. Valur hevur fýra stig, Mors-Thy hevur tvey stig, og Tatabanya er aftast við ongum stigi.

Í innleiðandi bólki F taptu Teis Horn Rasmussen og liðfelagarnir í TTH Holstebro á útivølli 30-38 fyri spanska liðnum, BM Torrelavega. Í fyrra hálvleiki gekk væl hjá Holstebro, og í steðginum var støðan javnleikur 16-16.

Teis fekk tveir málmøguleikar, og hann setti báðar í netið.

Aftaná trý umfør er Torrelavega fremst í bólkinum við seks stig. TTH Holstebro hevur fýra stig, og Benfica hevur tvey stig. Aftast í bólkinum er Karvina við ongum stigi.

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

Í gjár kl. 00:01

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

9. oktober kl. 08:56

Veðurstovan um illveðrið mikudagin

Í gjár kl. 12:21

Nú er Einar Johannessen stjóri í Eysturlon

Í gjár kl. 11:38

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Champions League: Viking Stavanger framdi stórt bragd móti Bayern München

8 minuttir síðan
Tíðindi

John í Skemmuni talar í Betesda mikukvøldið

11 minuttir síðan
Tíðindi

Átta frysti­línu­skip fiska í før­oysk­um sjógvi

12 minuttir síðan
Tíðindi

Pávin skurðviðgjørdur fyri lungnakrabba

31 minuttir síðan
Tíðindi

Veljarar í Georgia eru farnir at atkvøða

34 minuttir síðan
Tíðindi

Partrolarar og lemmatrolarar hava smáligan fiskiskap

35 minuttir síðan
Fótbóltur

William Rygaard leingir við B36

38 minuttir síðan
Tíðindi

Fyrrverandi bande­leið­ari fær minst 40 ára fongs­ul fyri drápið á Tupac

2 tímar síðan
Tíðindi

Ringasta veðrið kem­ur í tveim­um um­før­um í morgin

4 tímar síðan
Tíðindi

Trump hevur givið sendikvinnuni í Grikkalandi sekkin

4 tímar síðan
Fótbóltur

Besti leikarin í september: Jensa, Birna ella Durita?

4 tímar síðan
Tíðindi

42 prosent av útgjaldinum fara til útlendingar

6 tímar síðan