info
Ongi úrslit

Trump hevur givið sendikvinnuni í Grikkalandi sekkin

Kimberly Guilfoyle er biðin um at leggja frá sær eftir skuldsetingar um dýrar gávur og pening aftur fyri at útvega samband við fólk í Trump-stjórnini.

Eirikur Lindenskov
13. oktober 2026 kl. 18:24

Donald Trump, forseti í USA, hevur biðið amerikonsku sendikvinnuna í Grikkalandi, Kimberly Guilfoyle, um at leggja frá sær.

Tað boðaði Hvíta húsið frá týsdagin, sambært tíðindastovunum AFP og Reuters.

– Vit hava biðið sendikvinnuna Guilfoyle um at leggja frá sær. Hon hevur verið ein stórur stuðul hjá liðnum, og vit ynskja henni alt tað besta, segði Katie Zacharia, nýggja tíðindatalsfólkið hjá Trump.

Trump greiddi sjálvur soleiðis frá avgerðini, tá hann tosaði við tíðindafólk í Washington:

– Hon gjørdi eitt gott arbeiði, men okkum dámdi ikki tað, vit lósu.

Amerikanskir miðlar hava seinastu tíðina borið fleiri skuldsetingar móti Guilfoyle fram. Sambært The Wall Street Journal, sum hevur fingið innlit í fleiri hundrað boð millum hana og onnur, hevur hon reypað av at hava fingið marglætisferðir og dýr hotelluppihald goldin av ríkum grikskum vinnulívsfólkum.

Hon skal eisini hava roynt at fáa ein stuðul hjá valstríðnum hjá Trump at lata sær 100.000 dollar til at gjalda kredittkortskuld. Viðkomandi noktaði at lata henni pengarnar.

Harumframt verður hon skuldsett fyri at hava tikið ímóti pengum aftur fyri at útvega samband við fólk í stjórnini hjá Trump. Hetta skal vera hent, áðrenn hon varð góðkend sum sendikvinna. Sakførarar hennara hava víst hesum aftur.

Innanhýsis eftirlitið hjá amerikanska uttanríkisráðnum kannar nú skuldsetingarnar, sum eru komnar fram í miðlunum.

Á X skrivar Guilfoyle, at tað hevur verið størsti heiðurin í lívi hennara at umboða USA í Grikkalandi.

– Hóast tíð mín sum sendikvinna kanska er um at vera av, fer mín stuðul til forseta Trump, America First-rørsluna og landið, sum eg elski, ongantíð at halda uppat, skrivar hon.

Guilfoyle hevur verið ein sjónligur partur av MAGA-rørsluni hjá Trump. Hon var trúlovað elsta syni forsetans, Donald Trump Jr., í fýra ár, men stutt eftir forsetavalið í 2024 boðaðu tey frá, at tey vóru farin hvør til sítt.

Hon hevur eisini starvast sum sjónvarpsvertur hjá Fox News og var frá 2001 til 2006 gift við demokratiska politikaranum Gavin Newsom.

Guilfoyle hevur verið amerikonsk sendikvinna í Grikkalandi síðani november í fjør.

Ritzau

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

Í gjár kl. 00:01

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

Í gjár kl. 21:48

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

9. oktober kl. 08:56

Veðurstovan um illveðrið mikudagin

Í gjár kl. 12:21

Nú er Einar Johannessen stjóri í Eysturlon

Í gjár kl. 11:38

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Besti leikarin í september: Jensa, Birna ella Durita?

43 minuttir síðan
Tíðindi

42 prosent av útgjaldinum fara til útlendingar

1 tími síðan
Tíðindi

Nasa setir koyrimet á Mars

1 tími síðan
Tíðindi

Smyril avlýsir fýra túrar í morgin

2 tímar síðan
Tíðindi

Minnist til at tryggja leysar lutir

3 tímar síðan
Fótbóltur

U17-kvinnurnar taptu stórt fyri Lettlandi

3 tímar síðan
Tíðindi

Róland Toftum tikið sæti í Vágs býráði

4 tímar síðan
Tíðindi

Fekk ikki und­ir­tøku fyri at skilja Før­oya Tele sundur

4 tímar síðan
Tíðindi

Vísa hvar vatnið kann standa hægst

4 tímar síðan
Tíðindi

Flogfar tikið úr flúgving tí fólk vórðu bitin av veggjadýrum

5 tímar síðan
Tíðindi

Útlánini vóru 74 prosent av BTÚ í fjør

5 tímar síðan
Tíðindi

Høvi at vitja umborð á Beautemps-Beaupré

6 tímar síðan