Tíðindaskriv:
John í Skemmuni er føddur og uppvaksin í Porkeri, har hann og konan, Rutt, búgva í dag. Børn teirra eru Sigrid, Pætur, Ása og Eva, og barnabørnini eru í dag 9 í tali.
Eftir lokna læraraútbúgving, starvaðist John sum lærari frá 1979 til 1987, tá hann valdi at fara út í fulltíðar tænastu sum trúboðari her heima í Føroyum.
Í tænastuni virkar John í og út frá brøðrasamkomunum, bæði á síni heimaoyggj, Suðuroy, og við at vitja náðisystkin og samkomur kring landið.
Ein partur av tænastu hansara er at vitja samkomurnar, og mikukvøldið verður hann í Betesda, har hann fer at hava ein boðskap á møtinum kl. 20.
Hjartaliga vælkomin :)