info
Ongi úrslit

Landsstýrismaðurin í útbúgvingarmálum vitjar í Suðuroynni

Dagfinn Olsen
19. november 2026 kl. 23:10

Hósdagin 12. november vitjaði landsstýrismaðurin í útbúgvingarmálum fleiri útbúgvingarstovnar í Suðuroynni. Á skránni vóru vitjanir á Heilsuskúla Føroya, Miðnámsskúlanum í Suðuroy, Ítróttaháskúlanum og Føroya Eftirskúla.

Endamálið við vitjanini var at fáa størri innlit í virksemið á teimum ymisku skúlunum og samstundis høvi at hitta leiðslur, starvsfólk og næmingar. Landsstýrismaðurin fekk høvi at kunna seg um gerandisdagin á skúlunum, undirvísingina og tey fjølbroyttu útbúgvingartilboðini í Suðuroynni.


Landsstýrismaðurin bar eisini fram røðu til prógvhandan á Heilsuskúla Føroya, har 14 nýggir heilsuhjálparar fingu handað prógv. Fimm av næmingunum hava útlendska bakgrund, og helt ein av teimum eisini eina røðu, sum var við til at gera løtuna serliga minnisríka.


Samanumtikið var talan um eina góða og gevandi vitjan, sum var við til at varpa ljós á útbúgvingartilboðini í Suðuroynni og tað virðismikla arbeiðið, sum dagliga verður gjørt á skúlunum, skrivar mmr.fo, og har eru eisini fleiri myndir at síggja.

Røðan kann lesast her.



Mest lisið hesa vikuna

Nú kanst tú síggja lønina hjá grannanum ella stjóranum

13. november kl. 22:59

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

Í gjár kl. 10:11

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

Í gjár kl. 18:14

Ókent ræðsluevni: Byrjaði at eta seg sjálvan

Í gjár kl. 14:27

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 17:35

Fyrrverandi NSÍ venjari er deyður

14. november kl. 17:37

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Andstøðan rýmdi av býráðsfundi í Havn

30 minuttir síðan
Tíðindi

Løgmaður kallar flokkarnar á fund eftir IOC-boðini

31 minuttir síðan
Tíðindi

Jólatrøini í Vága kommunu verða tendrað

50 minuttir síðan
Tíðindi

Kaj Leo um OL-málið: Eg royndi men ikki nóg mikið

1 tími síðan
Hondbóltur

VIDEO: Síggj Óla skjóta og leggja upp til mál móti Magdeburg

1 tími síðan
Tíðindi

Silja Strøm hevur vunnið útboð um listprýðing av auluni hjá TSK

1 tími síðan
Tíðindi

Karstin er nýggjur B36 málmansvenjari

1 tími síðan
Tíðindi

Maður drap unnustu og dóttur á Jútlandi

1 tími síðan
Tíðindi

Sendistovur í Kyiv raktar í russiskum álopi

1 tími síðan
Tíðindi

Lis til Suðurstreym

1 tími síðan
Hondbóltur

Dánjal var aftur á vøllinum fyri Fram

2 tímar síðan
Tíðindi

Inga Beder 100 ár

2 tímar síðan