info
Ongi úrslit

Løgmaður kallar flokkarnar á fund eftir IOC-boðini

Beinir Johannesen vil finna eina felags politiska loysn, eftir at IOC hevur staðfest, at føroysku hondbóltslandsliðini ikki sleppa við til OL í 2028, hóast tey spæla seg til kappingina.

Eirikur Lindenskov
19. november 2026 kl. 22:59

Beinir Johannesen, løgmaður, hevur í kvøld kallað forfólkini í øllum politisku flokkunum á fund í næstum. Tey skulu umrøða, hvussu flokkarnir í felag kunnu arbeiða víðari við málinum.

– Vit kunnu ikki peika eftir øðrum longur. Nú liggur bólturin hjá okkum, skrivar løgmaður.

Ítróttasamband Føroya boðaði fyrr í dag frá, at Altjóða Olympiska Nevndin, IOC, heldur fast við, at føroysku hondbóltslandsliðini ikki kunnu luttaka í olympisku kappingunum í 2028, sjálvt um tey vinna sær pláss. Sambært ÍSF er tað ríkisrættarliga støðan hjá Føroyum, sum forðar fyri luttøku.

Vil broyta karmarnar í ríkisfelagsskapinum

Løgmaður sigur, at politisku flokkarnir eru samdir um, at Føroyar skulu hava limaskap í IOC, og vísir á, at málið stendur í samgonguskjalinum.

Hann heldur, at IOC-málið er ein av fleiri orsøkum til at broyta karmarnar í ríkisfelagsskapinum. Sambært løgmanni geva verandi karmar Føroyum ov avmarkaðar uttanríkispolitiskar heimildir til at umboða seg úti í heimi.

– Mítt mál er at finna eina loysn millum allar flokkar, skrivar Beinir Johannesen.

Mest lisið hesa vikuna

Nú kanst tú síggja lønina hjá grannanum ella stjóranum

13. november kl. 22:59

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

Í gjár kl. 10:11

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

Í gjár kl. 18:14

Ókent ræðsluevni: Byrjaði at eta seg sjálvan

Í gjár kl. 14:27

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 17:35

Fyrrverandi NSÍ venjari er deyður

14. november kl. 17:37

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Landsstýrismaðurin í útbúgvingarmálum vitjar í Suðuroynni

20 minuttir síðan
Tíðindi

Andstøðan rýmdi av býráðsfundi í Havn

30 minuttir síðan
Tíðindi

Jólatrøini í Vága kommunu verða tendrað

50 minuttir síðan
Tíðindi

Kaj Leo um OL-málið: Eg royndi men ikki nóg mikið

1 tími síðan
Hondbóltur

VIDEO: Síggj Óla skjóta og leggja upp til mál móti Magdeburg

1 tími síðan
Tíðindi

Silja Strøm hevur vunnið útboð um listprýðing av auluni hjá TSK

1 tími síðan
Tíðindi

Karstin er nýggjur B36 málmansvenjari

1 tími síðan
Tíðindi

Maður drap unnustu og dóttur á Jútlandi

1 tími síðan
Tíðindi

Sendistovur í Kyiv raktar í russiskum álopi

1 tími síðan
Tíðindi

Lis til Suðurstreym

1 tími síðan
Hondbóltur

Dánjal var aftur á vøllinum fyri Fram

2 tímar síðan
Tíðindi

Inga Beder 100 ár

2 tímar síðan